Skúlablaðið: Longu í 90-unum var sagt, at telduspøl eru vandamikil. Fatanin broyttist ikki, tá spælarin fór frá at stýra Mario-figurum í ævintýralandi til at stýra hermonnum, sum skjóta alt, sum fyri er. Stúranin er økt, so hvørt graffikurin í telduspælunum er vorðin meiri og meiri veruleikakendur.
Við jøvnum millumbili verður kjakast um, hvørt telduspøl, har nógvur harðskapur er, eiga at verða bannað ella sensurerað; hetta er út frá eini fatan av, at tað kann ávirka spælararnar at gerast harðligir.
Ein nýggj kanning hevur hugt nærri at, um nakað samband er millum at spæla telduspøl, har nógvur harðskapur er, og so tað at vera harðligur í veruliga lívinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo