Vágs kommuna: Allir skúlanæmingar í Vágs Skúla frá 4. til 10. flokk hava nú fingið teldur frá Vágs Skúla og er hetta liður í framhaldandi menning av tilboðnum til skúlanæmingar í Vágs Skúla.
- Teldur eru eitt týðandi arbeiðsamboð í nútíðarsamfelagnum og er eisini vorðin eitt týðandi amboð í fólkaskúlanum. Og fyri at tryggja, at allir næmingar hava skúla-amboð, sum eru javnt góð, hava vit í samráð við skúlan gjørt av at keypa teldur til allar næmingar frá 4. til 10. Flokk, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu
- Ein týðandi liður í at børn og ung hava ein góða uppvøkstur er, at tey trívast og hava tað gott í skúlanum. Og vit hava saman við skúlaleiðsluni arbeitt miðvíst við at menna tilboðini til skúlanæmingar í Vági, og játtan til keyp av teldum til næmingarnar er ein liður í hesum, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í mentunarnevndini hjá Vágs kommunu.
Næmingarnir hava fingið útflýggja teldurnar og hava goldið eitt depositum fyri teldurnar, sum næmingarnir fáa aftur, tá teldan verður latin inn aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo