Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Árni Skaale, løgtingsmaður
Svarari:  Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni:  Skanning av prostata-sjúklingum

Spurningar: 
- Hvussu nógv kostar tað at senda 28 sjúklilngar til Danmarkar til skanningar fyri prostata.

- Hvussu nógv hevi tað kosta at gjørt hesar skanningarnar í Føroyum.

- Eru fyrireikingarnar, í samband við at ein skannari er settur upp á klaksvíkar sjúkrahúsið, gjørdar á nøktandi hátt.

- Hvør er orsøkin til at hesir 28 sjúklingarnir ikki kunnu skannast í Føroyum.

Viðmerkingar:
Seinastu dagarnar hevur ein søga um 28 sjúklingar, sum ikki sleppa til skanningar í Føroyum, veri at síggja í miðlunum.

Tað er við stórari undran at unduritaði hevur fylgt við í hesari miðla-søguni.

Mótstríðandi røddir hava verið frammi um hetta málið, so fyri at fáa ítøkiligar upplýsingar, verða hesir spurningarnir settir.

Á Løgtingi, 6. Juni 2024
Árni Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo