Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg skrivaði í fjør eina grein um neystaloyvir í Runavíkar kommunu, sum flest øll í Føroyum lósu.

Neyðugt er at taka eftir tørni. Við at tosa við aðrar umsøkjarar og lesa nógv innlitsskjøl, havi eg leitað mær upplýsingar til næstu greinina.

Formaðurin í Havnanevndini, sum varðar av neystum upplýsir at hann hevur sent víðari og tað tí ikki liggur á hansara borði. Sama sigur formaðurin í bygginevndini.

Sostatt liggur tað á borðinum hjá leiðaranum á Teknisku deild. Tað eru á leið 20 mánaðir síðan hon lovaði mær at svara einari umsókn um neystaloyvi. Løgtingsins umboðsmaður hevur gjørt niðurstøðu í 2022. Upprunaligi kærarin hevur kært sama mál 2 ferðir síðan tá til Løgtingsins umboðsmann, ti hann fær ikki svar. Í alt hevur umboðsmaðurin viðgjørt málið 3 ferðir og fyri viku síðan sendi Umboðsmaðurin skriv til Landsstýrismannin við áheitan um at gera nakað við málið.

Í skrivinum til Landsstýrismannin stendur:  “eftir fyrst at hava sent skrivliga áminning 2. juni og síðan at hava ringt 15. juni havi eg framvegis hvørki fingið umbidnu skjølini ella nakra frágreiðing um málið, eins og biðið var um."

Við at hyggja í skjøl í hesum máli og í skjøl í málinum um byggiloygi hjá OCD, legði eg merki til at í báðum málum sær út til at skjøl blíva datera aftureftir.

Bræv til OCD er datera 13. juni, men sent 26. juni, aftaná at grannin, sum kærdi, hevði sóknast eftir skrivliga svarinum, í telefon fyrr um dagin.

Í neystamálunum er bræv til kommunala eftirlitið sent aftaná at kommunan hevur móttikið avrit frá Løgtingsins umboðsmanni, datera 26. juni, um at hann hevur sent skriv til Landsstýrismannin.

Løgtingsins umboðsmaður skrivar til Landsstýrismannin at hon hevur skrivað 2. juni og ringt 15. juni og rykt eftir svari, uttan at fáa nakað svar. Brævið til kommunala eftirlitið er datera 15. juni, men sent 29. juni til kæraran og ivaleyst eisini til Løgtingsins umboðsmann. Tá Løgtingsins umboðsmaður onki kennir til bræv daterað 15. juni er orsøk at halda, at Runavíkar kommuna daterar skriv aftur í tíð.

Og felags fyri hesi er, at undirskriftin hjá Borgarstjóranum sæst ongastaðni.

At eg so veit um fleiri kommunustýrislimir, sum siga at tekniski leiðarin ikki altíð sigur sannleikan fyri teimum og at teir tí ikki hava álít á henni ger ikki støðuna betri.

Fleiri í kommunustýrinum hava í langa tíð meint, at hon átti at verið uppsøgd. Men teir hava ongan rygg og so flyta teir seg yvir til at tosa um at tað er so ringt at fáa fólk. Og sjálvt við eykajáttan til útstykking á 20 mió. eru somu persónar nú ávegis at gera svimjihøll, har seinast eg hoyrdi bleiv tosað um eykakostnað sum fyri kommununa svarar til Glasir og H-bygningin tilsamans, uttan at nakar vaknar.

Hví hendir so onki?
Starvssetan hoyrir undir fíggjarnevndina. Har er borgarstjórin formaður. Tobbi hevur tað gott, tá onki skil er í, tí tá hendir bara tað, Tobbi vil hava at henda. Tobbi er diktator. Hann er sera óreinur og fer øgiliga illa við fólki. Tað eru nógv sum fáa somu viðferð sum vestmenningar fingu á sinni. Tá Tobbi er landsstýrismaður/skipari/borgarstjóri er hann hamskiftur. Hann er beinleiðis óreinur – so óreinur at fyritøkur ræðast hann eins og øll onnur. Hann misbrúkar sítt vald, sum onkur kann velja at halda er at reka politikk. Tey flestu kenna hann ikki. Hann spillur altíð onnur út, sum ikki eru hjástødd. Hann hevur øgiliga trongd til at síggjast og hoyrast. Hann er útspekulerað óreinur. Tað krevur rygg til at siga honum ímóti.

Býráðslimir ræðast so illa, at tá teir fara á hotell at fundast um fíggjarætlan fyri komandi ár siga teir, at tann sum ikki er væl við Tobba fær onki. Síðan koma teir smílandi av fundi og beinleiðis á kommunufund, har teir samtykka at broyta ársins fíggjarlóg og avtaka alt teir fingu uppá árið frammanundan, og flyta tað til okkurt sum Tobbi longu hevur avgreitt, uttan at nakar vaknar.

Tey sum tora at siga honum ímóti siga, at hann nyttar onki tá hann fær mótspæl. Hann yvirlivir tí við at leypa á fólk og at spilla fólk út. Hann dugir væl at fáa tey ryggleysu at stuðla sær og tað er tí hann yvirlivir. Tá hann einaferð gevst sum borgarstjóri, fara tey, sum ikki vita, at hoyra allar søgurnar.

Tobbi hevur givið eina uppsøgn síðan hann gjørdist borgarstjóri. Tit kunnu spyrja hvussu og hví hon bleiv avgreidd. Mest fyri at forskrekkja onnur um nakar vil hoyra mína meining.

Ynskti Tobbi neyst, so vóru loyvir langt síðan avgreidd. Av onkrari orsøk ynskir hann ikki neyst og hann hevur tað helst gott við at onki hendir. Og tá hini onki siga, so hendir onki.

Síðan eru tað Tóri Højgaard í bygginevndini og Terji Vestergaard í Havnanevndini, umframt Sæunn Ólavsdóttir Hansen og Kaja Joensen sum eru í figgjarnevndini.

Sæunn tykist skilagóð, men fer neyvan at taka stig til at siga fólk úr starvi. Kaja Joensen tolir als ikki ágang og larm, sum er í kommunustýrinum og tí fer hon ikki at gera nakað sum helst.

Terji Vestergaard og konan eiga Glyvralon. Glyvralon liggur í landbúnaðarøki. Glyvralon var sethús áðrenn byggisamtyktin kom og kann brúkast sum sethús. Men tað er ikki nýtslan í dag. Søkt var eisini um at broyta byggisamtyktina, men kommunan segði nei!

Hvi Glyvralon fekk noktandi svar og OCD munnligt játtandi svar skilur sjálvandi ongin.

Allíkavæl fekk Glyvralon undantaksloyvi at vaksa køkin, frá bygginevndini har Tóri er formaður, til endamál í stríð við byggisamtykt.

Kommunan átti sjálvandi at stongt verandi virksemi, tí tað var í stríð við byggisamtyktina, tá hon fekk at vita um aktivitetin. Støðan er tí at Býarverkfrøðingurin kann stongja Glyvralon við at senda eitt bræv til nevndarformannin í Havnanevndini.

Býarverkfrøðingurin minti advokatin hjá kærara á, at hann eisini arbeiddi fyri kommununa og tí er nógv hugsandi.

Tí noyðast vit onnur at ivast í hvat Terji Vestergaard kann gera. Vit hava onga orsøk at halda at Terji ger nakað skeivt. Men vit vita tað ikki og Terji møtir illa upp tá trupul mál eru á skrá, sum ikki er prógv fyri nøkrum, men heldur ikki minka ivan. Summa summarum er at vit vita onki um at Terji hevur gjørt nakað skeivt, men vit noyðast at ivast hví onki hendur við byggiloyvum til neyst, sum umboðsmaðurin nú hevur viðgjørt fyri triðju ferð í 1 ár.

Tóri Højgaard er stjóri í Dátueftirlitinum, umframt formaður í bygginevndini í Runavíkar kommunu. Dátueftirlitið visti at siga, at tey høvdu ein nýbygning upp á hondina, og tí ikki manglaðu hølir. Tann bygningurin var bygningurin sum OCD ætlaði at byggja, uttan byggiloyvi. Byggingin hevur verið ávegis í langa tíð, men økið er bústaðarøkið og ikki vinnuøkið. Og umsókning frá OCD er also um parkeringspláss. Higartil er parkeringspláss partvís bygt. Og stuðlamúrurin til parkerinsplássi er isoleraður.

Minnist at eg tosaði við býráðslim aftaná býráðsfund, og spurdi hann um “mína” umsókn. Hon var ikki fyri, men onkur hevði spurt hvat OCD bygdi, tí tað vistu tey onki um. Bæði Tobbi og Tóri vóru leysir í stólinum, men viðkomandi visti ikki hví. Nú veit eg hví, og viðkomandi veit nú, um hann lesir hetta.

Dátueftirlitið ætlaði at leiga ein bygning sum var í gerð, uttan byggiloyvi har umsóknin var at byggja eitt parkeringspláss í einum Bústaðarøkið. Tað sær ikki so pent út. Tað veit tekniski leiðarin sjálvandi alt um. Tí noyðast vit at ivast í hvat Tóri kann gera. Tóri veit ivaleyst at tekniski leiðarin at kalla hótti advokat. Og hetta við byggiloyvinum setir Tóra í eina sera trupla støðu. Serliga stjórastarvið á Dátueftirlitinum rillar í slíkum føri so nógv at tað kanska ikki kann bjargast.

Einasta neystaloyvi, sum er samtykt, men ikki avgreitt eru neyst, sum kommunan ikki sendi við til Umboðsmannin og har umsøkjarin bað advokat hjálpa sær. Eftir fundir og skriving í eitt ár og hóttan um at senda málið víðari, føldi tekniski leiðarin seg noyddan at leggja fyri býráðið. Umsøkjarin helt tað verða so illa fyrireika at hann bað nevndarformannin taka málið av skrá og tað bleiv gjørt.

Advokaturin hjá umsøkjaranum er eisini advokatur hjá kommununi og hjálpir kommununi við byggimálinum hjá OCD. Hesin advokatur fekk at vita frá tekniska leiðarunum, tá hann umboðaði neysta-umsøkjaran, at hann also eisini arbeiddi fyri Runavíkar kommunu. Hann skilti tað ikki sum eina hóttan. Men tað at tekniski leiðarin kann siga slíkt við advokat er nóg mikið til at vit ikki kunnu útiloka at hon brúkar slíkar metodir aðrastaðni við.

At enda bleiv samtykt at játta nevnda neysti, men enn vil tekniski leiðarin ikki útskriva graviloyvi. Hetta neyst var ikki partur av teimum 13 neystunum, sum umboðsmaðurin viðgjørdi.

Eitt neyst í Skálabotni sum heldur ikki var við til umboðsmannin er avgreitt. Terji kravdi tað fyri í Havnanevndini, men Tóri segði nei og avgreiddi tað í Bygginevndini. Tað gevur onga meining, men kanska tað gevur atkvøður.

Annars er einasta neyst í gerð, sum eg veit um, eitt hjá eigaranum av OCD og har veit ongin um nakað byggiloyvi.

Niðurstøða
Av tí at 2 renna undan at taka avgerð. Onnur 2 hava møguliga okkurt í klemmu og borgarstjórin er glaður ti at hann sleppur at stýra øllum, so eru útlitini fyri at Tekniski leiðarin verður sagdur úr starvi sera lítil.

Helst hendir onki uttan so at Landsstýri tekur yvir. Landsstýri hevur heimild at koyra borgarstjóran frá og at velja annan borgarstjóra, sum ikki skal verða býráðslimur, so heimildirnar eru stórar. Men kommunala eftirlitið er ikki høgt í metum.

Annars er býáðsval um 1½ ár og tað merkist at ónøgdin er stór. Fleiri og fleiri byrja at skilja at býráðslimir eru á skeivari hyll og best var fyri teir sjálvar og kommununa, at teir ikki sótu í býráðnum.

Eivind Jacobsen
Strendur

P.S. tað er ikki eg, sum havi kært neyst til umboðsmannin, men ein eldri pensjonistur, sum er sera keddur um støðuna. Hin sum kærdi um byggiloyvi er eisini ein eldri pensjonistur.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo