Vága kommuna: Tekniski leiðarin í Vága kommunu Lovisa Glerfoss hevur sagt seg úr starvi frá 1. desember 2018 at rokna.
Orsøkin til uppsøgnina er, at hon hevur fingið starv, sum stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hesin møguleiki var ov spennandi fyri hana at lata fara av hondum. Ferðsluplanlegging og ferðslutrygd er tað fakøki sum hevur hennara serliga áhuga og tað er eisini á hesum økinum hon hevur nógvar arbeiðsroyndir. Tað hava vit notið gott av her í kommununi.
Lovisa var sett sum tekniskur leiðari í Vága kommunu í 2014. Frammanundan var eingin tekniskur leiðari, so hennara uppgáva hevur verið at byggja teknisku deild upp frá botninum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo