Tað gongst væl hjá nýggju fyritøkuni Faer Isles Destillery í Vestmanna, sum herfyri teknaði nýggjan partapening. Nú eru yvir 1.000 partaeigarar í felagnum og teir koma úr nógvum ymiskum londum.
Tað stendur at lesa í tíðindabrævi, sum fyritøkan hevur sent út.
Eisini hevur Faer Isles Destillery longu selt 80 føt av whisky í eini sonevndari first year cask offering, og fleiri føt eru umbiðin afturat.
Yvir 1.000 fólk hava eisini vitjað brennaríið og tilknýttu móttøkuna, har til ber at fáa rundvísing og smakka uppá vørurnar sum verða framleiddar á staðnum.
Serligu bygningarnir omanfyri Kvívík, sum verða bygdir til endamálið at goyma whiskyføtini, eru eisini um at verða lidnir, verður sagt.
Bygningarnir eru bygdir við rimum sum fer at gera, at serligi rákin av sjónum sleppur framat føtunum og fer at seta sín serliga dám á smakkin á endaligu vøruni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo