Tórshavnar kommuna: Borgarstjórin bjóðaði fríggjadagin Teiti Lassen inn á gólvið, hetta fyri at vísa honum viðurkenning fyri sína tónleikalist.
Teitur Lassen hevur ikki bara í nógv ár ferðast uttanlands, har hann hevur havt konsertir á fleiri altjóða pallum við sínum tónleiki, men hann hevur eisini umboðað Havnina og Føroyar sera væl øll hesi árini.
Og nú varð hann í FMA valdur bæði ársins einstaklingur og fekk heiðursløn fyri ársins sang.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo