Hilton Garden Inn: Tvørámaðurin Teitur Christensen verður nýggjur høvuðskokkur í Hallartúni á Hilton Garden Inn.
- Eg gleði meg at hitta starvsfólkini á hotellinum og toymið handan matstovuna, sigur Teitur, sum byrjar í nýggja starvinum komandi mánadag.
Teitur er 38 ár og útlærdur kokkur við nógvum royndum úr bæði Keypmannahavn og Føroyum. Teitur hevur millum annað verið souschefur á Cofoco, starvast hjá Madklubben, Nose 2 tail, Fútastovu og øðrum.
Teitur tekur yvir eftir Svein Patursson, sum hevur verið høvuðskokkur í Hallartúni síðani 1. Desembur 2022. Svein fer í annað starv í fyritøkuni og fer at taka sær av at byrja eina nýggja deild.
- Vit gleða okkum ótrúliga nógv til at fáa Teit í gongd og eru spent at síggja og smakka tað, sum Teitur fer at leggja afturat øllum tí góða vit longu hava. Teitur er ein av dugnaligastu kokkunum vit hava í Føroyum, so vit eru stolt av at kunna knýta ein persón við so høgari fakligheit og nógvum royndum afturat toyminum, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á Hilton Garden Inn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo