Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SSL: Strandferðslan fer í komandi viku at royndarsigla Teistan á Kalsoyar- og Nólsoyarleiðunum. Endamálið er at meta um, hvussu skipið tekur seg út á farleiðunum og atløgunum í mun til stødd, manøvru og rampur. 

Royndarsiglingin á Nólsoyarleiðini verður mánadagin 20. november og á Kalsoyarleiðini týsdagin 21. november. Veðurforsagnirnar síggja sum er gott út. 
Hesar báðar dagarnar verða flytingar gjørdar á farleiðunum, ið verða ávirkaðar. Ternan fer á Sandoyarleiðina fyri Teistan onkran túr, Sam fer á Nólsoyarleiðina fyri Ternuna, og Jósup fer á Hestleiðina.

Orsøkin til royndarsiglingina er, at Strandferðslan mælir til at royna, um Teistin møguliga kann brúkast á aðrari farleið enn Sandoyarleiðini. 

Teistin stendur á sølulista á fíggjarlógini, men skipið er rættiliga nýtt í mun til hini skipini hjá Strandferðsluni. Hann varð liðugt bygdur á Mest í 2001. Fyri tíggju árum síðani bleiv orkuverkið umborð skift út.

Kunning um broytingarnar verða at síggja á gula breddanum á www.ssl.fo og umvegis sms-skipanina. 
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo