Tá ið Teistin heldur uppat at sigla til Skopunar um eitt gott ár, átti man alt fyri eitt at sett hann í rutu millum Hvalba og Sand sum eitt knúsandi hent alternativ til ta drúgvu Smirils-leiðina norður um Dalsfles.
Tað hevði verið kærkomið hjá nógvum fólki, sum nógv heldur vilja koyra sum mest, og sigla sum minst.
Latið strandferðsluna ella skilamenn í Suðuroy umhugsa eina slíka loysn um bara eitt ár.
Men málið hastar og má fyrireikast longu NÙ, tí helst skullu fergulegur gerast, bæði í Hvalba og á Sandi.
Hvat halda strandferðslufólk um eitt slíkt alternativ til tann tjokkfulla Smiril, sum so kann prioriterast til størri bilar og farmafluttning?
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo