- Um Ongland vinnur, skal eg keypa tær døgurða líkamikið hvar í verðini. Men um Svøríki vinnur, keypur tú mær alt, eg vil hava frá Ikea. OK? skrivar svenska superstjørnan til ensku superstjørnuna, sambært norska TV2.
David Beckham, sum leikti saman við Zlatan í PSG, var skjótur at taka av.
Men hann legði eitt sindur afturat:
- Um Svøríki vinnur, skal eg persónliga bjóða tær til Ikea og keypa tær alt sum tú vilt hava til tína villa í Los Angeles, svarar Beckham í viðmerkingunum, og leggur afturat:
- Men um Ongland vinnur, kemur tú til Wembley til landsdyst í Ongland-troyggju. Og eg skal geva tær «fish and chips» í hálvleikinum.
Dysturin í dag millum Svøríki og Ongland byrjar klokkan 15 føroyska tíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo