Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vinnuhúsið: Tá teir tríggir skúlarnir Studentaskúlin, Handilsskúlin og Tekniski skúli løgdu saman til Marknagilsdepilin, sum nú er Glasir, vóru handverksmeistarar skeptiskir. Mann stúrdi fyri, at bókligu leiðirnar fóru at taka yvir, meðan tær handaligu útbúgvingarnar fóru at fáa lægri raðfesting.

Havnar Handverksmeistarafelag byrjaði tekniska skúla í 1934. Í 1956 bleiv skúlin skipaður sum sjálvsognarstovnur. Vit hava í dag eina veksliskipan ímillum praktiska læru hjá handverksmeistara og ástøðiliga skúlagongd. Eftir at skúlagongdin er komin inn undir Mentamálaráðið, metir Føroya Handverksmeistarafelag ikki at lærlingaviðurskiftini í nóg stóran mun verða hóskandi raðfest. Hetta sæst eisini aftur í, at lærlingar nú skulu útum at ganga í skúla. Tað eru heldur ikki bara timburlærlingarnir, sum ikki hava nøktandi umstøður. Eitt nú gera el-lærlingarnir sveinastykkið undir trappuni. Hetta er ikki nøktandi.

Men tað finnast og hava funnist nógvar møguligar loysnir til hølistrupulleikan. Eitt nú kundu flestu aðrar deildir flutt í onnur høli, sum eru bjálvað og klára at standa í vindi. Mentamálaráðið kundi eisini havt lurtað tann tíð tað var, tá skúlin skuldi byggjast. Tá var tað júst hesin sami fakbólkur, sum nú húsast uttanfyri Glasir, sum ávaraði ímóti at mann ikki kundi byggja Glasir bygningin fyri upprunaligu játtanina.

Síðani bleiv bygningurin minkaður, tí hann kundi ikki byggjast fyri játtanina. Mann sigur nú, at tað í dag eru fleiri lærlingar enn tað vóru, tá skúlin var teknaður. Tað var tá eitt stórt undirskot uppá arbeiðsmegi við handaligum førleikum, so tað kundi bara koma fleiri lærlingar. Í grundini átti talið av lærlingum at verið væl hægri, tí eftirspurningurin eftir handaligum førleikum er framvegis risastórur. Mann eigur ikki at tekna ein bygning eftir minsta marki. Serliga ikki, tá mann sum samfelag hevur stóran tørv á hesum førleikum.

Føroya Handverksmeistarafelag heldur, at tað er tíð til, at Glasir og Mentamálaráðið eftirmeta sínar raðfestingar. Hvørki timburlærlingar ella nakrir aðrir lærlingar skulu arbeiða í einum tjaldi uttanfyri skúlan. Ja, tað er rætt at lærlingar megna at arbeiða uttandura, men avgerðin at koyra teir útum at ganga í skúla er púra burturvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo