Nogvir tjóðveldistar ýla lika sum gorhungraðar ritur ønskriliga um "loysing".
Fyrr vóru tað mest eldri ommusystrar, sum gramdu seg um, at tær illa fingu nakra loysing, men nu eru nogvir politiskir óvitar, sum klaga um, at teir ikki fáa loysing, og tað er ikki at skemta við.
Tað er jú ikki lukkuligt at vera sperdur niðanfyri beltið og ikki fáa nakra linnandi loysing.
Men tað eru nógv góð gomul ráð móti slikum peniblum liðilsi.
Tað bíligasta er avgjørt amerikansk olja
Hon gevur næstan alt fyri eitt púra leyst lív, heilt uttan nakað tamarhald.
Taka tey politiskt forstoppaðu ólukkudýrini oljuna tiðliga fyrrapart, fáa tey flestu sterka loysing longu seint út á seinnapartin.
Ringast er stætt við tí politisku heilsuni hjá tjóðveldistum.
Har tykist plágandi og manglandi loysing.at vera blivin ein hóttandi epidemi.
So gevið Høgna, Siri, Magna og Dennis ta fyrstu oljuna, men latið ikki onnur vera i nánd, ti tað er avgjørt ikki nossligt, tá ið fleiri fáa akutta loysing í senn.
Løgtingid kann blíva ein virkuliga ódámligur og herskin køstur av heilt óbeherskaðari loysing.
Ì sjálvum Løgtingstúninum ætlar man at innrætta eitt separat nátthús til teir báðar óforloystu kulturbeiggjarnar, tann ovurfølsama lyrikaran Oddfríða og tann larmandi Sunnuleiv, har teir sleppa at sita og kroysta burtur úr sær við almennum subsidia!
Allur miðbýurin verður í undantaksstøðu og lagdur lamin av larmandi ótespiligari loysing.
Pál Weihe ræður plágaðum tjóðveldistum, sum ikki hava fingið loysing í longri tið at brúka eina ullinta blæu, ið frúgvin Balle hevur bundið til øll partafólk, sum hava herviliga hart lív.
Tann nýliga konverteraði tjóðveldisturin, Annika er nakað undanførlig enn, og vil helst ikki hava loysing, meðan nakar sær ella hoyrir, so hon hevur pikant fingið innrættað eitt leyst diskret "chambre separé" á Løgtingsloftinum, har hon skjótt væntar at fáa eina rembandi intensa loysing, tí hon hevur snýtt og uppá forhond tikið DANSKAR loysi-pillarar fyri at innheimta tann hart-larmandi Høgna-bandan í neðra.
Tann anorexia-plágaða Reynatúgvan og tann gorhungraða Úlvsáin beistast og turna kátir runt uti á geilum heilt uttan blæu, tí tað hjálpir væl uppá tann republikanska peristaltikkin hjá teimum flestu, men onkur heldur, at teir báðir eru so politiskt spillnaknir og úrlatnir frammanundan, at teir behøvast slett ikki nakað plagg.
Teir rigga so nógv best brókaleysir!
Tey, sum duga føroyskt mál, - sum ofta knípir hjá fornermisligum tjóðveldistum - vita væl, hvat orðið "loysing" á klassiskum føroyskum betýðir,
Tað er jú stutt sagt, at man fær linna ella beinleiðis katharsis aftaná longri tíð við hørðum maga og forstoppilsi. Tað ljóðar tí groteskt indiskret og óuppdrigið, tá ið so nógv gremja seg um loysing úti á geilum!
Men eru tey so akutt pínd, er helst neyðugt við sterkum diæti og radikalari kostumlegging í øllum tí epidemiskt plágaða loysingar-liðinum!
Aksel, sum hevur fingið hesar ónossligu jólagestir inn á gólvið, eigur tí at rationera jólamatin við harðari hond.
Tað skal bara vera sera eyðmjúkur og spartanskur skánikostur, sosum norsk havrasuppa, svensk eggjamjólk og íslendskar gularøtur. Av andiligari føði kunnu tey kanska leska seg við onkrari jamrandi yrking hjá Karstini Hoydal, men Carl Johan er alt for sterkur kostur.
Eftir ein ómenniskjansligan diæt uppá 75 ár afturat er slett ikki óvist, at tey fáa LOYSING!
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo