Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit í Føroyum, sum eru sannførd um, at vit eru frælslyntir føroyingar, eru skelkað av sitandi vinstra sosialistisku samgongu, ið hevur eittans politikk, har einasta endamálið er at køva okkara vinnu og harvið okkum sum sjálvstøðuga tjóð.

Einar sjálvstøðugar Føroyar kunnu einans vera til, um vit hava eitt risa sterkt vinnulív, sum skapar útflutning og størv til allar hendur og sostatt eitt sjálvberandi skattagrundarlag.

Hesin boðskapurin er í dag helst ókendur á teim bonaðu gólvunum í Tinganesi.

Tann nýggja “doktrinin” hjá sitandi vinstra sosialistisku samgongu sigur, at danskur blokkur verður við árunum útskiftur við blokk úr okkara tilfeingisvinnum.

Har er bert trupulleikin, at útreiðslurnar á fíggjarlógini hjá sitandi vinstra sosialistisku samgongu hava longu tvílopið um allar eyka inntøkur frá okkara tilfeingisvinnum.

Hetta er ein sera ørkymlandi og ófrættakend gongd, sum kann koma okkum aftur um brekkur um fá ár.

Við øðrum orðum sagt, verður eitt hóttafall í okkara tilfeingisvinnum í framtíðini, fara vit at uppliva kreppur í Føroyum, sum ongin núlivandi føroyingur hevur upplivað.

Danski blokkurin til Føroya á donsku fíggjarlógini samsvarar í lutfalli til áleið 6 mió. krónur á føroysku fíggjarlógini. Høvdu vit í Føroyum ikki verið samd um at latið nakað so lítið fyri so nógv sum Føroyar eru. Tað er eingin spurningur og tí flenna Mette & Løkke eftir okkum.

Sitandi vinstra sosialistiska samgonga fæst við antiføroyskt virksemi undir leiðslu av Mette & Løkke, har ósek brøðraløg í umleið hálvthundrað ár millum føroyskar og russiskar fiskimenn verða kvett.

Tað er harmuligt, at ósekir føroyskir og russiskir fiskimenn, sum ongan leiklut eiga í ræðuliga stríðnum í Ukreina skulu ofrast, einans fyri at caffè latte brigadan í Havn skal fáa sálarbøtur.

Eingin skilur hetta hvørki í Føroyum ella uttanlands.

Jú, sjálvandi gloymdu vit Mette & Løkke og teirra ambassadør í Føroyum, Sjúrð Skaale.

Lítið er hent í Føroyum seinastu góðu 200 árini, tá ið hetta var yrkt av einari av okkara mætastu tjóðskaparhetjum um løgtingið og danska embætismannin, sum stýrdi tí tá.

Tá var tingmannatalið 48, sostatt 8 úr hvørjari sýslu.

»Har vóru settir rossleypar fýra ferðir tólv, uttan um lundan girdust teir, sum náttarsólin hálv«.

Jacob Vestergaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo