Tórshavnar kommuna: Seinnapartin var teilendska sendikvinnan í Keypmannahavn, Sirilak Niyom, á vitjan hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.
Teilendska sendikvinnan og embætisfólk eru á ferð í Føroyum og hava hitt fólk úr Teilandi, sum búgva í Føroyum. Eisini hava tey vitjað fyritøkur, har fólk úr Teilandi arbeiða.
Sendikvinnan vildi eisini sleppa at vitja Tórshavnar kommunu.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, greiddu sendikvinnuni frá Tórshavnar kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo