Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Heldur ikki í ár er tað møguligt hjá Team Rynkeby Føroyum at súkkla til París vegna koronastøðuna, men ístaðin verður súkklað í Danmark.

Hósdagin 8. juli byrjar túrurin við tiltaki kl. 10.30 á Helnabrekku í Klaksvík.

Eftir tiltakið í Klaksvík verða fyrstu 100 km á túrinum súkklaðir, tá ið leiðin gongur til Havnar umvegis Toftir og gjøgnum Sundalagið, áðrenn tey enda í Havn.

Á leiðini suður vitjar liðið nakrar av stuðlunum, og møguleiki verður at heilsa upp á súkklararnar.

Skráin fyri túrin hósdagin er henda:
Kl. 10:30: Helnabrekka í Klaksvík.
Kl. 11.15: Fráferð úr Klaksvík.
Kl. 13.05: Bátafelagið á Toftum.
Kl. 13:50: Betri í Saltangará.
Kl. 14:25: Bakkafrost.
Kl. 15:55: Margáir.
Kl. 18:25: Móttøka á Perlutorginum við Reinsaríið.

Seinni um kvøldið fara rynkurnar við Norrønu til Danmarkar.

Leygardagin 10. juli kemur liðið til niður, og súkklað verður í Jútlandi, á Fjóni og á nøkrum av lítlu oyggjunum.

Viku seinni endar túrurin í Hirtshals, tá ið súkklararnir fara umborð aftur á Norrønu og leggja leiðina heim til Føroya.

Á ferðini verða súkklaðir 1260 km.

Á túrinum í Danmark fer Team Rynkeby Føroyar regluliga at leggja myndir út á sosialu miðlarnar, og fólk kunnu fylgja ferðini har.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo