Tórshavnar kommuna: Team Rynkeby kemur til Havnar umleið kl 18.30. Tey savnast øll til eina móttøku á Perlutorginum, har varaborgarstjórin Annfinn Brekkstein fer at halda eina røðu fyri teimum, áðrenn tey gera klárt at fara av landinum.
Team Rynkeby sleppur nú endiliga aftur at súkkla til París. Korona hevur forðað fyri túrinum síðan 2019, men nú skal tað vera.
Túrurin byrjaði í Klaksvík í morgun, vitjað verður í fleiri støðum, og túrurin endar í franska høvuðsstaðnum 16. Juli. Tilsamans 60 fólk – harav 48 súkklarar – fara við í hópinum við Norrønu til Danmarkar í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo