Flogbóltsambandið: Í kvøld kl. 18 spæla TB og Fleyr sera avgerandi dyst um rættin at møta SÍ í finalunum um føroyameistaraheitið í flogbólti í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum. Vinnur Fleyr trý stig, so má finaludreymurin hjá TB metast at vera mest sum brostin, men vinnur TB sær hinvegin trý stig, so verður aftur ein líka avgerandi dystur teirra millum longu sunnudagin, tá liðini møtast aftur í Havn.
Støðan fyri dystin er tann, at Fleyr er á øðrum plássi við 31 stigum, sjey stig frammanfyri TB, sum tó hevur spælt tveir dystir færri.
Leingi hevur Fleyr saman við SÍ ligið á tryggum finaluplássi, men eftir at Fleyr snávaði ímóti Ternuni fyri góðari viku síðan, gloppaðust finalu-dyrnar brádliga fyri TB.
TB hevur higartil fingið fult stigatal ímóti øllum teimum niðastu fýra, men einki stig fingið ímóti teimum tveimum ovastu, SÍ og Fleyr. Men av tí at Fleyr hevur mist fleiri stig ímóti teimum niðaru liðunum, hevur TB framvegis møguleikan at taka finaluplássið frá Fleyr.
Um restin av kappingini háttar seg, sum hon hevur gjørt higartil, og TB heldur fram at vinna fult stigatal ímóti teimum niðastu fýra, men einki fær ímóti SÍ, so kemur TB upp á 36 stig – og tá eru hesir báðir dystirnir ímóti Fleyr ikki íroknaðir. Fær Fleyr somuleiðis fulla úrtøku í sínum dystum ímóti teimun fýra niðastu – og einki stig ímoti SÍ – so kemur Fleyr upp á 37 stig, eitt meira enn TB. Men tá eru teir tveir dystirnir ímóti TB nú um vikuskiftið ikki roknaðir við. Tí eru hesir dystirnir at rokna sum lagnudystir fyri TB og Fleyr.
Støðan, Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Lið Stig / (dystir)
SÍ 39 / (14)
Fleyr 31 / (13)
TB 24 / (11)
Mjølnir 14 / (12)
Dráttur 13 / (14)
KÍF 9 / (14)
Ternan 8 / (14)
Dysturin sæst beinleiðis á Rás1 í Televarpinum og kann stroymast á https://sg.tv.fo/ras/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo