Løgreglan í Eysturríki hevur handtikið tveir menn við tilknýti til IS.
Menninir eru mistonktir fyri at hava ætlanir um terrorálop á eina av konsertunum hjá Taylor Swift í Wien, skrivar eysturríkska avísin Kronen.
Í kvøld upplýsir so fyriskiparin av konsertunum at tríggjar av konsertunum í Wien hósdagin, fríggjadagin og leygardagin eru avlýstar, skrivar millum annað VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo