Tavan í Leirvík hevði 7,7 milliónir krónur í vinningi í fjør.
Tað eru nærum 2,8 milliónir krónur meira enn árið fyri. Talan er um metgott ár hjá Tavuni.
19,2 mió kr vóru goldnar í lønum, sum er 1,2 mió kr meira enn árið fyri. Og Tavan rindaði 1,7 mió kr í partafelagsskatti.
Tavan er í allar mátar væl fyri, við at kalla ongari rentuberandi skuld og eini eginogn sum javnvigar við 62 mió kr. Og um framtíðina verður sagt, at úrslitið í ár helst fer at vera á sama støði sum í fjør.
Joen Magnus Rasmussen er stjóri í Tavuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo