Smápartafelagið Tavan í Leirvík hevði úrslit eftir skatt uppá 4,7 mió kr í fjør. Tað skal samanberast vi 7,7 mió kr í 2022.
Orsøkin skal finnast í minkandi bruttovinningi. Hann var góðar 26 mió kr í fjør, gott og væl seks mió kr lakari enn í 2022. Nakað varð vunnið inn aftur við rationaliseringum, eitt nú minkaðu lønarútreiðslurnar við áleið trimum mió kr. Hópurin minkaði úr 61 niður í 52 starvsfólk.
Fíggjarstøðan javnvigaði við góðum 63 mió kr á nýggjárinum og eginognin var 55 mió kr. Skuldin er ongin, og gjaldførið gott.
Leiðslan sigur í frágreiðingini, at hon er hóast alt nøgd við úrslitið, tó at hon hevði væntað sær meira. Og árið í ár fer at líkjast árinum í fjør, sigur leiðslan.
Joen Magnus Rasmussen er stjóri í Tavuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo