Joe Lara, sum hevði høvuðsleiklutin í røðini 'Tarzan: The Epic Adventures', er deyður.
Tann 58 ára gamli sjónleikarin doyði fyrrapartin leygardagin í flogvanlukku í Nashville. Tilsamans sjey vóru við flogfarinum og øll doyðu.
Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar - teirra millum TMZ og People, sum eisini skriva, at eisini kona Joe Lara, Gwen Shamblin Lara, doyði í flogvanlukkuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo