Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í næstu viku verður ein røð av tiltøkum knýtt at nýskapandi vinnumøguleikum innan taravinnu. Talan er bæði um altjóða ráðstevnur, framløgu á Vísundavøkuni og alment tiltak á Hvonn, har høvi verður at smakka leskiligar brellbitar úr tara

Føroyar eru karmur um tvær altjóða tararáðstevnur í næstu viku. Mánadagin og týsdagin verður ársfundur í stóru evropeisku verkætlanini, MacroCascade, sum 13 fyritøkur og stovnar eru við í, teirra millum føroyska taraalifelagið Ocean Rainforest. Endamálið við verkætlanini er at menna hættir innan biorafinering, so innihaldið í tara kann útskiljast á burðardyggan og lønsaman hátt og brúkast at framleiða matvørur, fóður, kosmetikk, heilivág og orku.

Mikudagin og hósdagin verður altjóða tararáðstevna undir heitunum “Nordic Seaweed - from Research to Innovative Business Opportunities.” Poul Michelsen, landsstýrismaður fer at seta ráðstevnuna, sum Nordic Innovation skipar fyri í samstarvi við MacroCascade-verkætlanina. Ráðstevnan er skipað við virkisvitjanum mikudagin, tá ráðstevnugestir vitja taraalivirksemið í Kaldbak og í Funningsfirði. Harumframt verður vitjað hjá Bakkafrost á Glyvrum, á Høvdavirkinum í Leirvík og á Inova í Havn.

Hósdagin hava granskarar framløgur á Hotel Føroyum um úrslit úr norðulendskum og evropeiskum granskingarverkætlanum, og vinnurekandi fara at leggja fram um avbjóðingar og møguleikar innan taravinnuna. Somuleiðis leggja myndugleikar í Føroyum og Skotlandi fram um lógarkarmar innan taraaling. Tiltakið er fullteknað við umleið 80 luttakarum, harav meginparturin er útlendingar.

Hóskvøldið skipar Ocean Rainforest fyri kunningartiltaki á Hvonn. Tá fer Heine Max Olesen saman við øðrum at greiða frá, hvussu tari kann brúkast í matgerð. Hann hevur verið við til at geva út bók við tarauppskriftum og arbeiðir nú við at gera snacks burtur úr tara. Høvi verður at smakka brellbitar, sum Heine og hansara menn fara at matgera.

Á Hvonn verður eisini greitt frá um virksemið hjá Ocean Rainforest. Tiltakið er alment og ókeypis, men hølini rúma avmarkaðum tali á fólki. Til ber at frætta meira á Facebook-bólkinum “Tarabitar á Hvonn”.

Á Vísundavøkuni fríggjadagin verður framløga á Reinsarínum, har Urd G. Bak, phd-lesandi hjá Ocean Rainforest, fer at hava framløgu við støði í taraalingini í Funningsfirði seinastu tvey árini. Til ber at lesa skránna her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo