Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Annika Olsen, tingmaður
Svarari:  Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni:  Tannrøkt til eldri borgarar og til fólk, sum eru avlamin

Spurningar: 
- Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at tryggja, at eldri og avlamin, ið ikki megna at fara til tannlækna/ tannrøktara fáa ein lógartryggjaðan rætt til hetta?

- Hvussu nógvir borgarar fáa ikki tannrøkt í Føroyum orsakað av heilsustøðu?

- Hvussu nógvir borgarar, ið eru avlamin og óhjálpin fáa ikki tannrøkt í Føroyum

- Um hagtøl ikki finnast á hesum øki, vil landsstýrismaðurin arbeiða fyri at kanna hesi viðurskifti?

Viðmerkingar:
Tanntøkt og møguleikan at fáa tannlæknaviðgerð er ein grundleggjandi rættur, sum vit ynskja at veita øllum borgarum í okkara samfelag.  Vit hava ókeypis  barnatannrøkt, sum umfatar børn upp til 18 ár, tí vit ynskja, at børn okkara hava góðar tenn,  og at tannheilsan hjá okkara børnum eru í góðum standi. Ert tú eldri enn 18 ár hevur tú sum borgari møguleika at leita tær til tannlækna við jøvnum millumbili tá tørvur er á tí afturfyri einum gjaldi.  Verri er støðan hjá okkara eldri borgarum og fólkum, sum eru óhjálpin og avlamin. Í 2019 játtaði Tórshavnar býráð 200 tús. Kr. til eina mobila tannlæknaeind til ellis- og røktarheimini, soleiðs at okkara gomul kundu fáa tannrøkt og møguleika at fáa tannlæknaviðgerð. Avbjóðingin vísir seg nú, at tað reisa seg nógvar lógartekniskar avbjóðingar um t.d. hvør skal taka sær av hesum á ellis- og røktarheimunum, og hvussu kunnu veita tannrøkt til borgarar undir eitt nú heimatænastuni. Harafturat sita nógvir borgarar heima við hús, avlamin og óhjálpin og hava ikki  eins góðar møguleikar at fáa tannrøkt sum aðrir borgarar. Kanningar vísa, at góð tannrøkt er avgerðandi fyri ein sunnan aldurdóm og fyri góða lívsgóðsku. Eldri fólk taka nógvan heilivág, sum eisini ávirkar teirra tenn, og sum fer illa við tonnunum við árinum. At hava góðar tenn er eisini umráðandi fyri føðsluna hjá eldri. I grannalondunum hjá okkum eru hesi viðurskiftini lógartryggjaði og tí verða hesir spurningar settir landsstyrismanninum í heilsumálum.

Á Løgtingi, 10/5-2023
Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo