Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ongin ivi um, at staðsetingin hjá Føroyum í Norðuratlantshavi hevur stóran týdning í uttanríkis-, verju- og trygdarhøpi, og at hetta er nakað sum NATO leggur stóran dent á. Um hugt verður í søgubøkurnar, so vóru Føroyar (vegna strategisku staðsetingina) av stórum týdningi fyri USA og hennara vesteuropeisku sameindu undir kalda krígnum, tá hugsað verður luftrúmið og sjóøkið.

Hesin strategiski týdningurin ger seg nú aftur galdandi, og tískil er umráðandi at gomul mistøk ikki verða endurtikin.

Tað eru Føroyar (og Grønland) sum geva “ríkisfelagsskapin” stóran strategiskan týdning í uttanríkispolitiskum høpi, og tískil hevur Danmark nógv meiri tørv á Føroyum, enn Føroyar hevur á Danmark.

Hetta veit Christiansborg eisini væl, og tí er eitt “samstarvsráð” stovnað, sum skal styrkja “ríkisfelagsskapin”. Høvdu leiklutirnir verið øðrvísi, og tað vóru vit sum høvdu havt tørv á hinum partinum, so var onki “samstarvsráð”.

“samstarvsráðið” svarar til, at maðurin í “hjúnalagnum” stendur fyri bilinum, húsinum og felagskontoini. Maðurin lovar so konuni, at tey fáar ferðir um árið kunnu tosa um fíggjarviðurskiftini, og lovar at geva konuni “størri innlit” í hennara egnu fíggjarviðurskifti.

Afturfyri er konan so æviga takksom fyri, at hon fær innlit í síni egnu fíggjarviðurskifti, og reypar í bindiklubbanum um “størri ávirkan og innlit” í “hjúnalagnum”, og hvussu “hjúnalagið” er vorðið “styrkt við áliti”.

Áhugi stórveldanna og vaksandi føroyskt fullveldi
Stórveldini eru byrjað at fáa størri áhuga í Føroyum aftur, og mugu prinsippini, um føroyskt fullveldi verða givin ans, tá ið stórar avgerðir skulu takast viðvíkjandi føroysku tjóðini:

Prinsippini viðvíkjandi føroyskum fullveldi eru:
- Í Føroyum skulu føroyingar ráða.
- Føroyskur politikkur verður stýrdur í Føroyum.
- Føroya fólk er týdningarmiklasta tilfeingi hjá føroysku tjóðini.
- Allur avgerðarrættur liggur hjá Føroya fólki.
- Ongi land uttan mentan, ongin mentan uttan land.
- Vinnulívið er bulurin og grundvøllurin undir Fullveldi Føroyum,
- Føroya mál í mæti.
- Ábyrgdin er okkara.

Hesi prinsippini skulu vera prentaði í tilvitinum, so tey síggjast aftur í lógarverki, handilsviðurskiftum, samstarvsviðurskiftum, mentanarviðurskiftum, skúlaviðurskiftum og gerðum, hvat viðvíkur føroysku tjóðini.

Miðlarnir hava víst á, at meirilutin av føroyingum heldur tað hevur stóran týdning, at tann nýggi eftirlitsradarin verður rikin av føroyskum myndugleikum.

Føroyar eru, við øðrum orðum, byrjaðar at taka støðu í uttanríkis-, trygdar- og verjumálum, og føroyingar eru komnir til ta niðurstøðu, at bert vit hava ábyrgdina av hesum landi.

Tí vit vita, at tá vit krevja vald, so fáa vit ábyrgd, og tá vit átaka okkum ábyrgd, tá fáa vit vald.

Tískil vita vit eisini, at føroyingar mugu eiga og reka radaran, tí at:
- Vit kunnu ávirka avgerðirnar um at fáa betri handilssømdir við Vesturheimin.
- ES kemur aldrin at geva okkum betri handilssømdir.
- Vit varðveita okkara handilsviðurskifti við Russlandi.
- Føroyar fær høg vitanarstørv, sum koma okkum til góðar.
- Vit vísa Vesturheimin, at vit átaka okkum ábyrgd.
- Við at átaka okkum ábyrgd, so verða vit eisini sæð sum partur av Vesturheiminum.
- Vit varðveita ræði á okkara landøki (Sornfelli).
- Vit verja føroysku útflutningsvinnuna og føroysk arbeiðspláss.

Verjumál, áhugamál og paradoksi undir kalda krígnum
Føroyar vóru undir kalda krígnum eitt paradoks. Landið var umvegis “ríkisfelagsskapin” limur av NATO, uttan at spurningurin um limaskap nakrantíð hevði verið til atkvøðugreiðslu ella fólkaatkvøðu.

Føroyar vóru undir kalda krígnum – bæði undir køldum og heitum tíðarskeiðum – fullkomiliga verjuleysar. Føroyingar sum tjóð vóru ikki við í hernaðarligu verjuni av Føroyum, og vórðu ongar varandi danskar ella sameindar verjuhereindir á klettunum, um kríggj skuldi brostið á.

Danmark var eisini eitt paradoks undir kalda krígnum. Tann danska stjórnin hevði ábyrgdina av verju og tryd “ríkisins”. Men tað var eisini eyðsýnt, at Danmark hvørki ynskti ella megnaði hesa ábyrgdina. Fyri at bøta um hetta brekið, var loyvið givið øðrum at seta á stovn hernaðarútgerð á føroyskum øki, uttan at Føroya Løgting og Føroya fólk nakrantíð bleiv kunnað um hesar gerðir.

Skulu gomul mistøk ikki verða endurtikin, so er tað umráðandi at Føroyar styrkir sítt samstarv við USA, Stóra Bretland og NATO, og tekur upp beinleiðis samband við NATO at gera avtalu um skipanina av føroyskum verjumálum. Eisini soleiðis at Føroyar verjir síni handilsviðurskifti.

Sjálvandi skulu møguligar bindingar í verjupolitiskum spurningum avgerast við fólkaatkvøðu. Við at eiga og reka egnan radari vísir Føroyar, at vit átaka okkum ábyrgd og er ein álítandi samstarvspartnari, bæði hvat viðvíkur verjupolitiskar spurningar og handilsviðurskifti landsins.

Við framburðskvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo