Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tað eru 31 ár liðin, síðan tað tað fyrstu ferð varð skipað fyri útsølu av føroyskum bókum. Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags skipaðu fyri – og hetta var stórhending tá. Nú vóru so nógvar føroyskar bøkur, at til ber at skipa fyri rimmar útsølu við fleiri hundrað bókum.

Nógv er hent síðan tá. Tíðir hava verið góðar, og við hvørt hevur staðið verri til. Tað hevur alla tíðina verið almikið at at skriva um, og áræði at geva út hevur ongantíð bilað. Men tá ið støddin á upplagnum skal ásetast, verður ofta tikið ríviliga til. Tí liggja tað størri og minni uppløg eftir av bókum ymsastaðni, sum ikki bila annað, enn at tær eru gamlar nýggjheitir ella yesterday news - og tað eru hesar, sum nú fara at vera seldar fyri lítið og lætt.

Tað er greitt, at føroyski bókamarknaðurin er so mikið avmarkaður, at tað ber ikki til at halda útsølu við føroyskum bókum hvørt ár, men at halda hesa bókaveitslu annað hvørt ár hevur víst seg at borið væl til. Tað er eitt krav, at bøkurnar, ið verða seldar á útsølu, skulu í minsta lagi vera 2 ára gamlar. Tá ið bøkurnar hava verið í tveimum útsølum, sleppa tær vanliga ikki við aftur.

Bókaútsølan var sostatt í 2018, og nú verður hon aftur í døgunum 27.mai og til 13. juni 2020. Bókamiðsølan sendir í hesum døgum bræv til øll forløg, har boðað verður frá hesum og greitt verður frá treytunum at sleppa upp í part. Lýsing verður eisini sett í bløðini, so fólk, ið kanska eiga bøkur, sum stigtakararnir ikki vita um, kunnu gera vart við seg.

Stór útsøluavís verður prentað og send í øll hús í landinum nakrar dagar, áðrenn útsølan byrjar. So kunnu fólk í frið og náðum kunna seg við útsølubøkurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo