Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Válaði sum vant “eftir niðara vegi” í Aarhus í august millum bókhandlar og antikvariatini, hesi fornisku mentanar-bølini, har ið tú ímillum stakkar av slitnum bókaverkum finnur ein serskølt, sum, uttan teldu og korttól yvirhøvur, so effinett veit alt og straks finnur ta saknaðu bókina, sum hølist kroyst millum listaborðini á banjaranum.

Hesi eksotisku antikvariatini, sum nú um bil fækkast alsamt, so hvørt sum alskyns teldutól taka yvir.

“Tann, ið hevur alsk til bøkur, hevur livað fleiri lív”, verður sagt. Eg veit líka – kanska heldur fingið í ogn - betur at kunna forstanda hesa løgnu veruna: “homo sapiens” – tað hugsandi menniskja.

Svend Brinkmann
Árið 2021 var munandi merkt av at lesa víðfloygdu og djúphavskendu bókaverkini eftir Svend Brinkmann , føddur í 1975 og síðani 2009 professari í: “Almenpsykologi og kvalitative metoder på Det Humanistiske Fakultet på Aalborg Universitet”.

Og serstakliga ta bókina, sum kom út í fjør undir heitinum: “Mit år med Gud” – ein viðgerð um trúgv, iva og arv kristindómsins.

Svend Brinkmann er fakligi førleikin (kapaciteturin) í donskum høpi í løtuni, so ómetaliga vitandi og kønur. Hann er giftur við Signe, eiga trý børn, og hevur vitjað í Føroyum og hildið fyrilestur her um sálarfrøði m. a.

Hin høvundurin
Kom m. a. fram á ein bókling, ið vakti mín áhuga, og sum bar heitið: “Den kristne arv”.

Rithøvundurin er føddur í 1980, cand. jur., kendur politikari, gávuríkur, tungufermur sum fáur og hevur væl lættari penn enn juristar og politikarar vanliga hava.

Høvundurin hellir til, at Danmark eigur at kennast við sín søguliga og átrúnaðarliga arv - eitt nú mótvegis lógkendur religiónum sum islam m. a.

Lívsoyndir
Rithøvundurin er Morten Messerschmidt, ikki hvør og ein, og bókin lýsir høvundans lívsáskoðan og erfaringar - trúnni viðvíkjandi.

Morten er einabarn, foreldrini sundurlisin, ein hálvsystir hansara (31 ár) sum royndi til fánýtis at halda saman við svartsjúkum manni, men bleiv í 2019 stungin til deyðis (28 ferðir) (hann fekk lívstíð). Meðan Morten gjørdist verji fyri tey 4 børn hennara (0 – 11 ár).

Høvundurin hevur við liðið “tann tort” (kritiskur móti EU) at verða valdur í EU fyri Dansk Folkeparti við nærum hálvari millión av atkvøðum (rekord í Dk.!), og hann er nú formaður fyri DF, sum buktast við sperrimarkið.

Trongligt er oman eftir landganginum av tivandi fyrrverandi floksfeløgum, sum (avtalað?) velja betri beiti aðrastaðni. Orsøkin er, sigst: ónøgdsemi.

Drúgt sakarmál
M. M. er av EU síðani 2015 saksøktur fyri fíggjarligt óreglusemi (uml. 90 t. kr.). Sakin koyrir enn - á áttanda ári - eisini ein slags rekord?

Men Søren Holm Seerup - hálvur føroyingur (?) - dómari við rættin í Lyngby – dømdi Mortan: 6 mánaðir í Skansan! (tó treytað).

Ja, ikki tað besta hálið fyri ein sperdan formann fyri ein flokk, sum klænkar (!).

Men hesin ágrýtni dómarin hevði stikni til DF og Messerschmidt, og tí bleiv dómarin sjálvur dømdur ógegnigur, og dómurin koldømdur, og sakin skal nú ganga umaftur við Eystara Landsrætt.

Soleiðis er lívið eisini.

Merkismenn
Danir hava um øldir - umframt fleiri tekniskar úrmælingar - eisini átt fýra sálmaskøld í heimsklassa: Kingo, Brorson, Ingemann og Grundtvig.

Í 19. øld livdi tað geniala, fabulerandi ævintýrskaldið, H. C. Andersen, og samstundis hin heimskendi heimspekingurin Søren Kierkegaard, - nevndur: “Reflektionens ubestridte mester”, sum Messerschmidt – alt annað líka – metir sera høgt.

Ávirkaður av Skriftini, sálmum og sangum, og av Grundtvig og Søren Kierkegaard er hann komin til eina kristna lívsáskoðan. Ikki eina kultur-kristna lívsáskoðan - sum ikki sigur honum nakað.

Den kristne arv
Morten er musikalskur og opera-raddaður, og hann søkti tí um starv sum 17 ára gamal at gerast kirkjusangari í Islebjerg kirke, sum hann fekk, hetta hóast at hann segði við meinigheitsráðnum, at hann als ikki trúði upp á Gud!

“Tá bleiv stilt í hølinum eina løtu”, skrivar hann; men bleiv góðtikin hóast hansara lívsáskoðan, og tað er hann teimum enn av hjarta takksamur fyri.

Eg skal ikki taka gleðina frá nøkrum við at lýsa bókina nærri. Bara siga, at eg las bókina við undran og áhuga sama dag.

Fordómum slepst ikki undan; men øll eiga vit tó vitiliga at fáa ein kjans til at siga okkara egnu søgu.

Útgávan av bókini “Den kristne arv” er frá 2021, forlagið er: Eksistensen, góðar 100 síður fyri góðar 100 krónur.

Ein góð, stutt bók, sum hvør og ein kann fáa vitan og gleði av eins og av hinum bókunum hjá Svend Brinkmann.

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo