Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sildin verður skorin í bitar

Góðskuroyndir verða gjørdar við sildabitunum

Sildin verður kryddað í tunnur

Partur av marineringsprocessini fer fram í kørum

Fyrstu sildatunnurnar, ið Tavan framleiddi

Tunnurnar verða eftirlakaðar

Ingvar Joensen, fyrrverandi stjóri, var á vitjan hjá Klædesholmen Seafood í Svøríki, tá fyrstu bitarnir frá Tavuni blivu pakkaðir í dósir í 2017

Fyrstu bitarnir frá Tavuni sum eyðkenda svenska Matjessil

Sildin frá Tavuni hevur verið til keyps í Miklagarði í SMS

Sildin verður skorin í bitar

Sildin verður skorin í bitar

Góðskuroyndir verða gjørdar við sildabitunum

Sildin verður kryddað í tunnur

Partur av marineringsprocessini fer fram í kørum

Fyrstu sildatunnurnar, ið Tavan framleiddi

Tunnurnar verða eftirlakaðar

Ingvar Joensen, fyrrverandi stjóri, var á vitjan hjá Klædesholmen Seafood í Svøríki, tá fyrstu bitarnir frá Tavuni blivu pakkaðir í dósir í 2017

Fyrstu bitarnir frá Tavuni sum eyðkenda svenska Matjessil

Sildin frá Tavuni hevur verið til keyps í Miklagarði í SMS

Tað sum (…) uppá onkran máta blívur avbjóðingin er, at tað blívur næstan ein trúðarspurningur, sum t.d. diskussiónina sum vit hava nú: hvønn trýrt tú uppá?
⦁    Hallbera West, Dagur og vika, mánakvøldið 27. septembur 2021.

Eftir at hava hugt og lurtað eftir Kringvarpinum seinastu dagarnar, er lætt at sita eftir við eini kenslu av, at avgerðin hjá fiskimálaráðharranum er grundað á nepotismu.

Innslagið í Degi og viku mánakvøldið byrjaði við lýsingini av, at vit eru nøkur, ið hava fingið virðir fyri nógvar milliónir frá Fiskimálaráðharranum, Jacob Vestergaard. Tískil er nærliggjandi at spyrja, hvussu vit fingu part av hesum virðum, og hvussu stór virðini eru.

Vit hava fingið játtan uppá eina verkætlan, sum fevnir um, at kvotan verður fiskað av einum av verandi aktørunum í vinnuni, og síðani verður sildin flutt til Leirvíkar í tangabili, førd inn á virkið, flakaskorin og skorin í bitar, áðrenn bitarnir verða marineraðir ella kryddaðir í tunnur.

Vit í Tavuni hava arbeitt við verkætlanini síðani 2017, tá farið varð undir at krydda sildabitar í tunnur.

Í 2019 varð farið undir at marinera sildabitarnar. Í hesum sambandi var Kringvarpið í Leirvík og gjørdi eitt innslag um framleiðsluna.

Innslagið kann síggjast: trýst her

Størsta avbjóðingin hevur verið at fingið hendur á rávøruni, men av tí at Tavan í 2017, meðan nevndarformaðurin, Ingvar Joensen, var stjóri, fekk tillutað royndarkvotur frá Fiskimálaráðnum, tá Høgni Hoydal var Fiskimálaráðharri, bar til at fara undir hesa framleiðslu.

Tavan hevur fingið royndarkvotur á hvørjum ári síðani 2017.

Meðan royndarkvoturnar eru eitt ára loyvir, hevur Tavan nú fingið tillutað kvotu næstu fimm árini.

Av tí at Tavan ikki eigur egið skip, verða kvoturnar fiskaðar av verandi aktørum í vinnuni, ið Tavan síðani keypir sildina frá fyri marknaðarprís.

Í 2020 keypti Tavan sild fyri í alt 3,5 mió. kr. Samlaða søluvirðið var 7 mio. kr., og samlaða virðisøkingin var tískil í alt 3,5 mió. kr. Ein partur verður seldur av landinum sum sildabitar, meðan størri parturin verður verandi í Føroyum sum slógv.

Av virðisøkingini blivu 1,2 mió. kr. nýttar í lønarútreiðslum hjá teimum umleið 40 starvsfólkunum, ið framleiddu sildabitarnar, meðan 1,5 mió. kr. blivu nýttar til aðrar útreiðslur, herundir salt, sukur, edikssýra, flutning o.a..

Av framleiðsluni í 2020 er tískil ein lítil mió. eftir, ið Tavan hevur at ráða yvir. Hetta yvirskotið skal millum annað fíggja íløguna, umframt viðlíkahald av amboðum og menning av verkætlanini.

Í avgerðini hjá Fiskimálaráðnum stendur, at Fiskimálaráðið metir, at talan er um eina áhugaverda verkætlan, ið fevnir um menning, nýskapan og virðisøking.

Av hesi virðisøkingini fer tann størsti parturin út í samfelagið aftur, og tískil kemur tað øllum borgarunum í Føroyum til góðar, antin beinleiðis ella óbeinleiðis.

Harumframt verður slógvið framleitt til fiskafóður í Føroyum, ið verður nýtt sum laksafóður. Tískil verður slógvið somuleiðis virðisøkt í Føroyum, sum aftur kemur føroyska samfelagnum til góðar.

Í avgerðini um útlutan av menningarkvotum í 2018, fekk Tavan noktandi svar.

Í grundgevingini stóð, at orsøkin til noktandi svarið var, at virksemið hjá Tavuni liggur í Eysturoynni, og tískil ikki lýkti treytunum í lógini. Atlit bleiv tískil ikki tikið til menning, nýskapan og virðisøking í hesi avgerð, men um staðseting.

Eftir stendur spurningurin: hvat trýrt tú uppá?

Trýrt tú, at Fiskimálaráðharrin hevur útlutað virðir fyri milliónir til vinir og kenningar, ella trýrt tú, at Fiskimálaráðharrin hevur útlutað kvotur til verkæltanir, ið eru mennandi, nýskapandi og virðisøkjandi, har virðini koma samfelagnum til góðar?

Nicolas Stauss, Tavan
28. septembur 2021

Góðskuroyndir verða gjørdar við sildabitunum

Sildin verður kryddað í tunnur

Partur av marineringsprocessini fer fram í kørum

Fyrstu sildatunnurnar, ið Tavan framleiddi

Tunnurnar verða eftirlakaðar

Ingvar Joensen, fyrrverandi stjóri, var á vitjan hjá Klædesholmen Seafood í Svøríki, tá fyrstu bitarnir frá Tavuni blivu pakkaðir í dósir í 2017

Fyrstu bitarnir frá Tavuni sum eyðkenda svenska Matjessil

Sildin frá Tavuni hevur verið til keyps í Miklagarði í SMS

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo