Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var í fólkaskúlanum, at eg lærdi mest um ymiskleikan hjá fólki. Aftaná fólkaskúlan byrjaði eg at velja útbúgving eftir áhuga og meiningum hjá mær sjálvum.

Tá eg hyggi aftur, so vóru nógvar av upplivingunum í fólkaskúlanum vigtigar – júst tí, at eg møtti fólkum, sum vóru øðrvísi enn eg. Ikki somu áhugamál. Ikki somu mørk. Øðrvísi.

Sum eg skilji, so er møguleiki fyri at velja ítróttarás í nøkrum fólkaskúlum. Men tann rásin er ikki fyri øll.

Størsti fólkaskúlin í Tórshavn hevur tvær ítróttarásir í 8. og 9. flokki, har børnini skulu uppfylla treytir fyri at sleppa inn.

• Tú skalt vera limur og virkin í einum ítróttafelagi.

• Tú skalt leika við einum liði í lands- og steypakapping fyri títt felag.

• Kropsliga skalt tú vera so fyri, at tú fært luttikið í venjing á høgum stigi við krevjandi kropsligum avbjóðingum.

Eg eri ikki serfrøðingur á økinum. Men mínar persónligu upplivingar í fólkaskúlanum hava lært meg, at fólkaskúlin eigur ikki at vera ein upptøkuroynd. Tað hevur stóran týdning at møta javnaldrum við ymiskum áhugamálum og persónligheitum.

Skúlin skal ikki gera mun á eliterum ítróttafólkum á eini ítróttarás og sokallaðum “almennum” børnum á eini almannarás.

Sum útgangsstøði merkir hetta, at børnini í einum ítróttaflokki brúka allan dagin saman við teimum, sum hava ítrótt til felags.

Eg viðurkenni, at tað kann vera fremjandi at vera saman við teimum, mann líkist.

Men tað er sanniliga eisini avgerandi fyri børn (og fyri so vítt eisini vaksin) at møtast við teimum, tey eru ósamd við. Tað er har, at ein grundleggjandi fatan um menniskju verður løgd. Og um tín grundleggjandi fatan er, at øll elska ítrótt, so er tað ikki umboðandi ella uppbyggjandi fyri eitt fjølbroytt og tolerant samfelag.

Latið frítíðarítriv vera frítíðarítrív – og fólkaskúlan vera fólkaskúlan.

Bjarni Arge

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo