Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í staðin fyri at vera eitt alment bústaðarfelag, er Bústaðir blivið til eina absurda bowlingkapping.

Tað er tó bert nývaldi stýrisformaðurin, sum sleppur at bowla. Í hondini hevur hann eina poleraða bowlingkúlu, har tað stendur vinnupolitiskt eksperiment á.

Holini, hann stingur fingrarnar niður í, eru lødd við loyniligum boðum frá landsstýriskvinnuni, elektriskum pulsum úr Klaksvík og Sørvági hagani alt, sum henda samgonga ger, verður avgjørt:

- Raka alt. Annars rýkur tú.

Fremsta keylan er stjórin. Undir liðini, starvsfólkini í Bústøðum. Aftast øll tey, sum mangla bústað í Føroyum. Stýrisformaðurin veit, at rakar hann ta fremstu, detta hinar.

Men hann er eisini nervøsur. Hann má fáa strike. Annars hvørvur Elsebeth-kúlan í myrka maskinrúminum aftanfyri keylurnar. Tí at síggja til er hon politiskt sett í verðina fyri at koppa Bústøðum.

Og tað er stýrisformaðurin, sum púra eyðsæð skal innfríða vallyftið hjá Fólkaflokkinum, sum jú var:

“Bústaðir ER bústaðartrupulleikin!”

Men veruliga problemið er, at Bústaðir ongantíð var nakað problem. Tað hava tey funnið útav nú. Og tí mugu tey finna uppá okkurt ókonventionelt, okkurt við “luksusíbúðum og gjaldføri”. Eina uppskrift uppá at smildra nakað, sum fungerar.

Elsebeth Mercedis segði seg vilja síggja úrslit, tá hon tók við sum landsstýriskvinna í bústaðarmálum.

Úrslitið varð ein arbeiðsbólkur, sum sat og genaði í 10 mánaðir. Ein nýggjan stýrisformann, hóast ávaringar frá sínum egnu embætisfólki, til at karaktermyrða stjóran. Og ein stýrismeiriluta av ja-brøðrum og ja-systrum til at nikka tað heila ígjøgnum.

Men landsstýriskvinnan HEVUR framvegis møguleika at traðka í karakter. Hon hevur møguleika at lurta eftir stjóranum í Bústøðum. At lurta eftir øllum starvsfólkunum og nevndarlimunum, sum hon ikki sjálv setti.

Hon hevur møguleika at lurta eftir øðrum - serliga eftir øllum teimum, sum tørva ein bústað.

Ger hon tað, so fer hon kanska at síggja úrslit.

Tí so sleppa Bústaðir aftur at byggja til øll. Sum er tað, tey eru sett í verðina at gera.

Sum er tað, tey gjørdu, áðrenn hendan samgongan tók við.

Jóan Pauli Dahl Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo