Hendan samgongan er nú við at leggja seinastu hond á fíggjarlógina. Gongur alt sum væntað, verður fíggjarlógin fyri 2025 endaliga samtykt á Tingi í morgin.
Í desember 2022 varð ein fíggjarlóg samtykt sum hevði eitt yvirskot á umleið 144 milliónir. Vit kunnu nú staðfesta at úrslitið fyri fíggjarárið 2023 var eitt hall á 215 milliónir.
Sostatt 359 milliónir verri enn ætlað.
Fíggjaðarlógin fyri 2024 sigur at yvirskotið verður 4 milliónir. Hyggja vit inn á búskaparskipan landsins, so er tað væntaða úrslitið fyri 2024 eitt hall á 319 milliónir.
Tað vil siga 323 milliónir verri enn ætlað.
Fíggjarlógin sum væntandi verður samtyki í morgin hevur eitt hall á 120 milliónir.
Verður gongdin sum undanfarin ár, er tað heilt greitt, at neyðugt er við munagóðum og umfatandi tillaðingum í rakstrinum.
Árni Skaale
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo