Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Bygdin Nuussuaq liggur einar 200 kilometrar norðanfyri Upernavik.

Bygdin Nuussuaq liggur einar 200 kilometrar norðanfyri Upernavik.

Bygdin Nuussuaq  liggur einar 200 kilometrar norðanfyri Upernavik, og har er nógvur ísur hesa ársins tíð. Bygdin fær vanliga olju seint um heystið og so ikki aftur fyrr enn miðskeiðis í juni. 

Men nú vóru tey farin undir at byggja nýtt fiskavirkið, og tískil høvdu tey brúkt væl meira streym enn vanligt. Og tá oljan millum annað verður brúkt til at gera streymin, so dugdu tey herfyri at síggja, at oljan fór at ganga undan áðrenn hon vanliga ger tað.

##med2##

Fyrstu tíðina kláraðu tey seg við at fara eftir oljutunnum frá eini goymslu sum er nakað norðanfyri. Men tá korona kom bar hetta ikki til longur. Tí var avrátt at tangaskipið Orasila skuldi fara. Á hesum skipinum er føroyingurin Súni Eliasen skipari.

Ísurin var útivið ein metur tjúkkur, og sjálvt um Arktisk Kommando sendi ein ísbrótara fyrst í mai mánaða at bróta ísin, so frysti alt saman aftur áðrenn tangaskipið kom á staðið.

- Orasila hevði onga hjálp frá ísbrótara, men kláraði seg ígjøgnum ísin. Triton var til reiðar at koma til hjálpar um so var at Orasila bleiv føst í ísinum, sigur Niels Chemnitz frá Polaroil.

Bygdin Nuussuaq liggur einar 200 kilometrar norðanfyri Upernavik.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo