Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nú nógv hevur verið tosað um MR-skannaran, sum helst kemur til Klaksvíkar Sjúkrahús um ikki alt ov langa tíð, spurdi VP Sjúkrahúsverkið tríggjar spurningar viðvíkjandi PET-skannara.

Og Sjúkrahúsverkið hevur nú verið so beinasamt at svara spurningunum.

Fyrst spurdi VP, hví eingin PET-skannari er í Føroyum?

Til spurningin svarar Sjúkrahúsverkið, at ein íløga í PET-skannara er sera kostnaðarmikil og tað verður mett, at ein PET-skannari kostar um 50 mió. kr. Sannlíkt er tað ein týðandi orsøk, sigur Sjúkrahúsverkið, sum leggur afturat:

- Vit kunnu leggja aftrat, at Landssjúkrahúsið í sambandi við fíggjarlógina fyri 2022 mælti til, at Sjúkrahúsverkið fekk ein PET-skannara, sum hevði verið eitt “kvantispring innan diagnostisering í Føroyum, serliga í mun til at krabbatilburðir verða funnir fyrr”.

Næsti spurningurin hjá VP var, hvussu nógv tað kostar árliga at senda føroyingar til Danmarkar í PET-skannara? Alt íroknað – ferðing og uppihald og skanning?

Sjúkrahúsverkið: - Hetta fáa vit ikki sagt neyvt, men talið liggur helst um eini 100 um árið ella so. Ein PET skanning kostar um 9.000 kr. og haraftrat koma útreiðslur til ferðing og uppihald.  

- Ábendingar eru um, at talið pr. íbúgva er nakað væl lægri enn í okkara grannalondum. Orsøkin er helst, at vit ongan PET-skannara hava í Føroyum. Til samanberingar kann nevnast, at talið av sjúklingum, sum fingu eina PET-skanning 7-faldaðist eftir, at íslendingar fingu egna miðstøð við einum PET-skannara.

- Vit hava fingið Jan Mortensen, professara og yvirlækna í Región Hovedstaden, at gera eina meting av tørvinum í Føroyum. Sambært honum átti talið at verið millum 500 og 750 skanningar um árið samanborið við Danmark.

- Talið av skanningum er vaksandi og í Danmark væntast ein øking á 15 prosent um árið komandi árini.

- Orsøkin er, at PET-skanningar vísa seg at hava sera góða effekt í diagnostiseringini av fleiri sjúkum, eitt nú:

• Næstan øll sløg av krabba (bæði til útgreining og kontroll)         
• Kroniskan bruna (t.d. gikt)
• Infektiónir
• Demens (í ivaføri)
• Parkinson (í ivaføri)
• Hjartasjúkur (kranslívæðrasjúku)

Triði spurningur hjá VP: Nær kann roknast við at Sjúkrahúsverkið fer at skaffa Føroyum ein PET-skannara?

Sjúkrahúsverkið: - Sum sagt omanfyri, so metir Sjúkrahúsverkið, at tørvur er á slíkum skannara í Føroyum. Tað er tó upp til Løgtingið at játtað pening til ein PET-skannara.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo