Leiðarar úr øllum heiminum fara hvørt ár til teir sokallaði COP-fundirnar.
Við sær hava teir ein hóp av ráðgevum og ambætisfólkum, sum skula hjálpa teimum í arbeiðinum undir klimatopfundinum, sum nú hava tað eisini sníkt seg lobbyistar frá hinum veinginum inn.
Á fundinum í ár, COP28 í Dubai, eru heili 2456 luttakarar, sum hava samband við olju- og gassídnaðin, skrivar BBC út frá eini uppgerð frá altjóða samgonguni av yvir 450 grønum felagsskapum, KBPO, sum merkir Kick Big Polluters Out.
Hetta tal er ikki bara met - tað er fýra ferðir fleiri enn luttóku á COP27 í Egyptalandi fyri einum ári síðani, skrivar danska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo