Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Frá at hava 2.223 smábátar liggjandi í ymsu bátahylunum kring landið í 2015 eiga føroyingar í dag 2.677 slíkar.

Talan er um smábátar, skrásettir hjá myndugleikunum, og sum eru undir 5 BT. Tað skrivar Sjóvinnustýrið á sínum facebookvanga.

Talan er um ein vøkstur uppá 20% ella 454 bátar hesi árini.

Flestu bátar eru sum vera man í høvuðsstaðarøkinum, tað eru teir við frámerkinum TN. Har eru 676 bátar. Minsta plássið er Sandoyggin, har er frámerkið SA, har eru 85 bátar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo