Tell Me North: Ímynda tær, at tú ert ferðafólk í Føroyum. Tú býrt á Hotel Føroyum, og áðrenn tú fert út av hotellinum, bindur tú tær lissurnar á gonguskónum og knappar regnjakkan. Komin útum sært tú Havnina og Nólsoyarfjørð við Nólsoynni í bakgrundini. Tú fert til gongu oman ímóti miðbýnum og hugsar um, hví so fá trø eru her, hvussu fólkini í húsunum, tú gongur framvið, munnu liva og blívur ørkymlað, tá tú sært eitt líkfylgi. Tú hevur tó lítlan møguleika at skilja tey, tí tú ert bara vitjandi her í fáar dagar.
Nýggja, talgilda ferðavinnutilboðið hjá Tell Me North bjóðar ferðafólki at gagnnýta gongutíðina og at geva teimum betur innlit í tað, tey síggja. Understanding Tórshavn søgan fortelur ymiskt um Havnina, Føroyar og fólkið her við humoristiskum og áhugaverdum frásøgnum uttan mun til, um tey ganga túrin tíðliga á morgni, seint á kvøldi, summar ella vetur. Tilboðið er altíð tøkt.
Fyrsta frásøgnin í Havn
Søgan, sum hevur fingið heitið Understanding Tórshavn, er í fyrstu atløgu bara á enskum og tekur støði í tí, tú sært á túrinum oman í býin og setur tað síðani í eitt størri høpi. Frásøgnin er í seks pørtum um og greiðir m.a. frá um veður og vind, trø og viðarlundir í Føroyum, um Havnina sum heimsins nalva og Nólsoynna sum heimsins enda, um nýggj og gomul bygdafólk í Havn, um flagtøk, bústaðarmarknaðin, kongavitjanir, kirkjugarðar og jarðarferðarsiðir. Samstundis sum frásagnirnar eru í einum løttum tóna við góðum humori, hava tær tó eina veruliga dýpd, so tey ferðandi eisini gerast meiri tilvitað um føroysk viðurskifti, meðan tey spáka sær oman í býin.
Fegin um samstarvið
Frá Gist & Vist samtakinum siga tey, at “vit eru ordiliga glað fyri nýggja tilboðið. Tað verður serliga gott hjá starvsfólkunum í móttøkuni, sum ofta verða spurd av ferðafólkum, hvat tey kunnu gera. Viðhvørt manglar heilt einfalt tilboð, sum eru tøk her og nú hjá einkultferðandi, pørum og smáum bólkum - serliga eftir middag og alla vetrarhálvuna. Vit eru eisini glað fyri, at Tell Me North hevur valt at flætta nakað av okkara søgu upp í forteljingina.”
Dávid Fossdalsá, ið saman við Jóhonnu Magnusardóttur rekur Tell Me North, leggur afturat, at “vit hava sjálvi ferðast víða og hava ofta hugsað um, hvussu tey lokalu munnu liva, og hvat upptekur teirra tankar, tí forstáilsi millum fólkasløg er so týdningarmikið - serliga í baldrutum tíðarskeiðum sum júst nú. Dávid heldur fram at siga, at “Úrslitini úr Klaksvík vísa okkum , at hetta er nakað, tey ferðandi taka væl ímóti. Tí er stuttligt nú at kunna lansera eina Tell Me North søgu í Havn eisini. Somuleiðis eru vit takksom fyri, at Gist & Vist samtakið hevur víst hesum tilboðnum og smáum íverksetum sum okkum seriøsan áhuga. Og nú vóna vit, at føroyingar, sum fáa útlendskar gestir, eisini fara at eggja teimum til at fara ymsu Tell Me North túrarnar bæði í Havn og Klaksvík.”
Eins og við hinum søgunum er klasssiki tónleikurin frá unga havnarmanninum Eli Tausen á Lava at hoyra í Understanding Tórshavn, sum kann keypast beinleiðis á Tell Me North appini, sum er tøk á App Store til iPhone og á Google Play Store til Android.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo