Gjaldstovan: Í fjør summar fóru Talgildu Føroyar, saman við Akstovuni, undir forkanning um talgilt koyrikort. Talgild koyrikort hava verið tøk í grannalondum okkara seinastu árini sum ískoyti til vanliga koyrikortið úr plasti.
Í 2019 fingu 128 bilførarar 700 krónur í bót frá løgregluni fyri ikki at hava koyrikortið hjá sær. Hetta høvdu teir óivað sloppið undan, um talgilt koyrikort var tøkt, tí tey flestu hava telefonina við hondina, tá ið tey fara frá húsum.
Forkanningin er komin at enda. Úrslitið vísir í stuttum, at skilabest er at fara undir at menna app, ið kann virka sum bæði koyrikort og borgarakort. Samráð hevur verið við nógvar áhugapartar, sum javnan hava brúk fyri at fólk eyðmerkja seg, t.d. kommunur, Rúsdrekkasølan, Strandfaraskip Landsins og Apoteksverkið.
Áhugin er stórur fyri eini talgildari loysn, sum ger tað lættari hjá fólki at eyðmerkja seg.
Ætlandi skal nýggja kortið fíggjast felags saman við viðkomandi áhugapørtum, og helst verður farið undir menning av appini seinni í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo