Talgildir miðlar skulu vera mvg fríir.
Tað ætlar landsstýrið, sum tí hevur sent uppskot um broytingar í mvg lógini til hoyringar.
Sum er gjalda talgildu miðlarnir mvg, men tað gera siðbundnir miðlar sum bløðini ikki, og tí skulu miðlarnir nú javntstillast, eisini tí tað soleiðis verður lættari hjá Taks at umsita, stendur í viðmerkingunum.
Tað fer at kosta landinum um hálva millión at gera hesa broytingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo