Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Bandasavnið hjá Kringvarpinum og aðrar gamlar upptøkur

Spurningar:
1. Hvørjar møguleikar sær landsstýriskvinnan fyri, at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinum kann gerast atkomuligt hjá almenninginum?

2. Hvørjar møguleikar sær landsstýriskvinnan fyri, at aðrar gamlar upptøkur, so sum tónleikaupptøkur, kunnu verða atkomuligar hjá almenninginum?

3. Verður arbeitt við at gera hesi søvn atkomulig?

4. Um arbeitt verður við hesum, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður liðugt?

Viðmerkingar:
Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinum. Hetta arbeiðið er nú liðugt, men enn manglar seinasta stigið, sum er at gera upptøkurnar atkomuligar hjá øllum brúkarum. Talan er um stórt mentanarligt virði, sum er savnað og talgilt, og tí eigur seinasta stigið eisini at verða tikið, so at allir føroyingar kunnu fáa gleði av tí.

Eisini eru nógvar virðismiklar tónleikaútgávur gjørdar gjøgnum tíðina, sum ikki longur kunnu keypast. Við nútíðartøkni hevði borið væl til at savnað og talgilt hesar, og saman við savninum hjá Kringvarpinum at gjørt tær atkomuligar hjá øllum.

Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, tann 6. august 2024
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo