Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-113/2023 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um kongsvitjan og umraðfestingar
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar umraðfestingar í viðlíkahaldi og íløgum verða gjørdar hjá Landsverki, orsakað av kongsvitjanini í summar?
Svar:
Í sambandi við fyrireikingar til kongaligar vitjanir í Føroyum kunnar Løgmansskrivstovan Landsverk um skránna, og hvørjar farleiðir ætlanin er at koyra.
Landsverk metir um farleiðirnar, og um møguligar ábøtur skulu gerast, har ferðast verður á landsvegum, til dømis at mála strípur á vegir og at asfaltera.
Um arbeiði verða gjørd áðrenn vitjanina, er talan um smærri verkætlanir og ábøtur, sum sambært Landsverki vanliga ikki hava meirkostnað við sær samanlagt, tí tillagingar verða gjørdar innan verandi játtanir, har arbeiði, sum longu eru á skrá, kunnu verða framskundað til at verða gjørd áðrenn vitjanina.
Dennis Holm
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo