Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Guð og himmalski faðir okkara. Tú, sum ert skapari himins og jarðar. Tú, sum ert mitt í øllum. Tú, sum verður um ævir. Tú gavst heiminum einborna son tín sum frelsara. 

Takk Jesus, at tú fullgjørdi verkið vára vegna, tín æviga sáttargerð og fyrigeving syndanna. Takk fyri friðsæla trúgv, lívd og uggandi hvíld.

Heilagur Andi, tú sum ferðast við vindinum. Takk fyri tína vitjan, tað andaliga lívið í ósjónligu veru tínari, hóast slóðin sæst á jørðini.

Vit prísa tær, himmalski faðir. Heilagt er navn títt hátt hevjað yvir øll onnur nøvn. Komi ríki títt í hjartað, sál og sinni. Komi tín reinsandi løkur yvir Føroyaland og fólk, tú friðarhøvdingi jarðar. Signa vára gøtur og stræti.

Vit takka tær, Guð og faðir, fyri tína vernd og leiðslu ígjøgnum farsóttina Covid-19. Í tínum tryggu hondum hvíldu vit, hóast bangin og ræðslusligin í døgum, vikum og mánaðum.

Avbjóðingin er valla av, men tú, Guð, ert vár borg og skjól. Lívið er í tínum hondum. Hjálp okkum at søkja teg í bøn og ákallan.

Heilagi faðir, gev oss hegni at lovprísa tær, tú hin hægsti, ið gistir vrá okkara. Tú, sum í kærleika letur portrið upp fyri okkum inn í himinsins føgru salar. Tínar eyðkendu hendur, naglamerki lívsins. 

Negldur til krossin ert tú, Jesus, vónin í allari tíð og samtíð hjá teimum, sum verða forfylgd, kúgað og dripin. Solidaritetur og trúfesti eru tínar gávur til barnið í vøgguni, til unglingan ungdómsins fagra morgun. Tínar gávur til teirra í manndómsins verki ella á legu teirra gomlu. 

Solidaritetur, – tú ert hjástaddur í vanlukku á sjógvi, á landi og í luftini. Eingin gloymdur, hóast fleiri lótu lív. Jesus, tú vart avrættaður og krossfestur. Tú kennir lívið, kennir lívsins forløg og deyðan.

Mannalívið ferst av ymiskum ávum. Vit eru ikki einsamøll, tá ið vit gingu burtur á havsins brúsandi báru. Vit fullu ikki í bjørgunum uttan tína hjáveru. Tú vart við vanlukkudagin á alfaravegi, og tá ið flogførini og tyrlan duttu niður. Eisini, tá ið deyðin stillisliga kom sum tað milda lotið, vart tú hjástaddur.

Guð og faðir okkara! Takk fyri alt tað, ið vit taka sum eina sjálvfylgju. Takk fyri fiskin í sjónum, fuglin í bjørgunum og seyðin í haganum. Takk fyri kølidiskarnar. Takk fyri matin, at vit eru mett og væl sett.

Jesus, mong okkara eiga nóg mikið av øllum. Gev okkum at metta tey svongu og klæða tey naknu. Gev okkum at byggja búðir til heimleys og teirra, ið sóknast eftir býli. Gev okkum eitt menniskjansligt og viðkomandi samfelagssinni. 

Jesus, gev tú okkum innlit í heimsstøðuna, so vit gerast vitandi og vísari. Gev okkum útsýnið, so vit taka ábyrgd í okkara nærumhvørvi og úti í heimi.

Takk fyri at javnstøðan millum kynini er betur nú enn áður. Styrk okkara fatan av javnrættindum, tú, sum ikki gert mannamun. Takk fyri kvinnur og menn, ið bygdu landið okkum til signingar.

At taka synd í gagnar fáum. Tað er so lætt at øtast um ræðuleikan úti í heimi, at kvinnurnar ikki fáa loyvi at nema sær kunnleika, at tær ikki kunnu ganga úti á gøtunum. At tær ikki kunnu taka á seg ábyrgdarfull størv.

Vit hugsa um politisku kreppuna í Afganistan. Kenni ikki støðuna nóg væl, óivað altjóða og staðbundin politikkur. Jesus, styrk tú kvinnurnar sjálvsfatan og sjálvvirði, tú, sum í tíni samtíð setti kvinnur í frælsi og talaði teirra søk.

Faðir okkara í himlinum! Gev øllum kúgaðum kvinnum um allan heimin styrki, mátt og vísdóm. Lat tær ikki góðtaka, at menn traðka á teirra virðir. Lat tær ikki lata seg kúga. Gev teimum dirvi at taka kampin upp, og soleiðis geva døtrum sínum eina verdiga framtíð. At tær stríðast teirra vegna.

Flóttafólk í túsundatali úti í heimi. Vit hyggja í sjónvarpi og sita rúnabundin framman skíggjan. Heilagi faðir, gev okkum eisini at síggja tey treingjandi heima hjá okkum sjálvum. Tey, sum kenna seg heimleys og sum flóttafólk í egnum landi við atliti at hugsjón, trúgv ella samleika. Gev okkum vísdóm, vit og skil.

Heilagi faðir! Føroyingar eru farnir í útisetu at nema sær lærdóm og útbúgving. Nøkur teirra fylgdu kærleikanum og búsettust í øðrum landi. Signa tey í navni tínum.

Faðir okkara! Føroyingar eru sendir í útlegd at sita dómin í fremmandum varðhaldi. Onnur høvdu sálarligar avbjóðingar. Tey vórðu send av landinum á stovnar við serligum førleika. Tað var vælmeint, tí vit í heimlandi teirra ikki megna uppgávuna.

Gev okkum dirvi at hugsa stórt og fevnandi, so føroyingar ikki mega støðast í útlegd sum fangar ella fløttar. Hjálp okkum at veita teimum fakliga hjálp heima. Gev okkum vísdóm, Jesus, í tínum heilag navni. Amen.

Orðið: “Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara.” (Fyrra Tessalónikubrævið 5,18).


Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo