Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg vil takka tykkum mongu fólkum, sum luttóku í sambandi við friðargonguna í Tórshavn í gjárkvøldið, har endamálið var at seta vápnahvíld og friðartilgongdir á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing.

Endamálið varð rokkið, og serliga gleðiligt var at uppliva, at hóast sjónarmiðini eru ymisk við atliti at kríggjunum í Ukreina og Miðeystri, so ber til at savnast í einari felags friðargongu í virðing fyri hvørjum øðrum. 

Týdningarmikið er at fylgja upp á friðargonguna. Næsta stig er tí, at senda eitt bræv til aðalskrivararnar í ST og NATO, ávíkavist António Guterres og Jens Stoltenberg, har kunnað verður um friðargonguna í Føroyum, og við einari áheitan á teir um, at skunda undir friðartilgongdir í bæði Ukreina og Miðeystri, og at halda aftur við at vápnadubba. 

Brævið til ST og NATO verður sent umvegis landsstýrið og donsku stjórnina. 

Niðanfyri kunnu tit lesa røðuna, ið eg helt í sambandi við friðargonguna í gjárkvøldið:  

Røða í sambandi við friðargongu í Tórshavn 24. juli 2024

Gott kvøld øll somul og vælkomin til friðargongu í sambandi við kríggini í Ukreina og Miðeystri.

“Tárakeldan gongur undan í eystri
hon minkar sum árið gongur
krígskeldan heldur áfram her vestri
og skerdur er friðardúgvunnar vongur”

(Er krígshjálpin til fólksins besta?, februar 2023)

Hetta er ørindi úr yrking hjá mær í februar í fjør, og framvegis – meira enn eitt ár seinni – halda kríggini fram við ótálmaðari megi. 

Vápnadubbingin økist bara dag fyri dag. Í løtuni fíggja NATO lond, sum Danmark og harvið Føroyar eru partur av – krígsútgerð til Ukraina fyri umleið 300 milliardir árliga. Aftaná USA, Týskland og Bretland er Danmark 4. størsti veitari av vápnastuðli til Ukreina. Og í 2024 væntar Danmark at brúka 2,2% av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) til hernaðarútgerð. Kravið hjá NATO er, at limalondini skulu hvør brúka í minsta lagi 2% av teirra BTÚ til hernaðarútgerð.

Felags fyri hernaðarútgerðina, sum verður brúkt í Ukreina og Miðeystri er, at hon verður framleidd aðrastaðni enn í krígsherjaðu londunum. 

Meginparturin av hernaðarútgerðini, sum Ukreina fær, verður framleitt í USA og ein partur í Evropa. Men ætlanin er, at evropeisk lond framyvir, í størri mun enn í dag, skulu framleiða hernaðarútgerð.

Hernaðarútgerðin hjá Ísrael stavar í mestan mun eisini frá USA, meðan Iran vápnastuðlar Hamas.

Tað vil siga, at tað eisini kunnu vera sterkar handilsligar og geopolitiskar grundgevingar fyri at stuðla við hernaðarútgerð, ið samtíðis kunnu draga kríggini út. 

Sameindu Tjóðir (ST) hava seinastu tíðina áhaldandi varpa ljós á týdningin við vápnahvíld og friðartilgongdum bæði í Ukreina og Miðeystri; men felagsskapurin ST, sum varð stovnaður aftaná seinna heimsbardaga við tí endamáli, at tryggja frið og trygd landanna millum, og harvið fyribyrgja 3. veraldarbardaga, hevur havt tað torført við at fáa undirtøku fyri sínum áheitanum um friðartilgongdir. 

Suðurafrikanski erkabiskupurin, Desmond Tutu, ið doyði í 2021, 90 ára gamal, og sum arbeiddi fyri friði og semju millum hvítar og littar borgarar í Suðurafrika aftaná apartheid – rasuskilnaðarstýrið – ið steðgaði fyri 30 árum síðani, segði hesi vísu orð í sambandi við sítt arbeiði:

“When we see others as the enemy, we risk becoming what we hate.
When we oppress others, we end up oppressing ourselves.
All of our humanity is dependent upon recognising the humanity in others.”

Umsett til føroyskt eru orðini hjá Tutu nakað soljóðandi:

“Tá vit síggja onnur sum fíggindan, eru vit í vanda at blíva tað, vit hata;
og tá vit halda onnur niðri, enda vit við at halda okkum sjálvi niðri.
Øll okkara hjartagóðska er treytað av at viðurkenna tað menniskjaliga hjá øðrum”

Orðini hjá Desmond Tutu kunnu setast inn í ein nútíðar samanhang; ítøkiliga polariseringin í sambandi við kríggini í Ukreina og Miðeystri, har vit í alt ov stóran mun seta upp fíggindamyndir, sum hevur við sær økta vápnadubbing, ið sum kunnugt bara økir um tali av ósekum fólkum – børnum, kvinnum og monnum – sum hvønn dag lata lív orsakað av kríggjunum.  

Avleiðingarnar av kríggjunum eru – sum øllum kunnugt - ræðuligar – í deyðstølum eru umleið 40.000 sivilfólk deyð í Miðeystri, 15.000 í Ukreina, fleiri hundrað túsund herfólk hava eisini latið lív; umframt milliónir av flóttum, ið eru noyddir at flýggja frá húsi og heimi.

Kríggini seta eisini sjóneykuna á, hvørji virði vilja vit sum fólk og land standa upp fyri og verja; tí tað er týðiligt, at tað ikki er stór virðing fyri mannalívum í krígsherjaðu londunum. 

Vápnadubbingin hevur tíverri við sær, at menniskja í stóran mun verður sæð sum eitt nummar heldur enn ein persónur við øllum teimum eginleikum og dygdum krígsherjaðu londini hava brúk fyri. 

Ella sum verður sagt í einum ørindi í yrkingini “Gongdin millum frið og ófrið”:

“tí kríggj lamløsta likam og sál;
tað hjálpir ikki við friðarinnar drál;
virðing fyri lívi má hækka,
soleiðis at offrini fækka!”

(Gongdin millum frið og ófrið, oktober 2023)

Hóast Føroyar og føroyingar ikki kunnu lastast kríggjum úti í verð, og gera sítt positiva íkast til at hjálpa flóttum úr Ukreina her heima, so hava vit tó eina ábyrgd sum borgarar í heimssamfelagnum, bæði at fyribyrgja kríggj og vera við til at finna semjur um frið, har kríggj herja. 

Føroyar hava eina forsøgu í at missa fólk av krígsávum. Undir seinna heimsbardaga doyðu yvir 200 føroysk sjófólk; kanska misti Føroyar, lutfalsliga í mun til fólkatal, mest fólk undir seinna heimsbardaga. 

Okkara forfedrar kendu tí nógv til ræðuleikar, ið standast av kríggjum, sum Føroyar, eins og í dag, ikki eru partur av, men sum okkara forfedrar merktu – og sum vit í dag eisini merkja ávísar avleiðingar av.

Hjáveran av fremmandum kjarnorkuriknum hernaðarførum er týðilig í føroyskum sjóøki í hesum døgum.  

Í hesari friðargongu vilja vit tí heita á løgting, landsstýrið og donsku stjórnina, um at arbeiða meira virksamt enn higartil fyri friðartilgongdum í bæði Ukreina, Ísrael og Palestina. 

Politiski myndugleikin stuðlar tíverri ov nógv undir vápnadubbing, og kann á tann hátt vera viðvirkandi til eina økta polarisering og skapan av fíggindamyndum, sum áðurnevndi Desmond Tutu ávaraði ímóti í sambandi við skapan av friði millum fólkasløg.

 – við øðrum orðum – og kanska eitt sindur fýrakantað sagt:

"vit eru tey, ið hava røttu meiningarnar, og tí hava rætt at liva; meðan hini hava skeivu meiningarnar, og hava tí ikki rætt at liva".

Sjálvandi er tað ikki í lagi, at Russland ger innrás í Ukreina og sjálvandi er tað ikki í lagi, at Hamas fremur yvirgang á Ísrael.

Men hvussu nógv ósek menniskju skulu lata lív, og flýggja frá teirra heimum, áðrenn politiski myndugleikin tekur ábyrgdina á seg við at fáa frið í lag landanna millum?

Føroya fólk hevur valt 44 fólk at umboða seg í løgtingi, landsstýri og fólkatingi, sum hava góða atgongd at ávirka danskar politikkarar til at gera sína ávirkan galdandi í altjóða felagsskapum fyri at fáa frið í lag. 

Í løtuni letur politiska skipanin standa til – heldur seg passivan, meðan kríggini halda áfram við ótálmaðari megi. Hetta er heldur ikki í lagi.

Tí sum stendur í yrkingini “44 avgerðarrøddir”:

“44 røddir kunnu gera friðarmun
hóast kríggj er vorðið gerandiskostur
enn hoyrast tó bara bumbudun
ið skelka eisini livandi fostur”

(44 avgerðarrøddir, mars 2024)

Góðu fólk, sum er savnaði til hesa friðargongu í kvøld. 

Tað eru vit fólkið, ið velja politikkarar og politikkarar, sum í samráðingum kunnu fáa frið í lag landanna millum.

Vónandi kann henda friðargonga verða eitt klípi, sum kann fáa politisku skipanina til at arbeiða meira fyri friðartilgongdum heldur enn vápnadubbing.

Tá mín røða er liðug nú um eina løtu, spælir Rani Nolsøe aftur eitt lag. Síðani ganga vit oman í Tinganes og haðani frá niðan aftur her á Vaglið umvegis Amtmansborgina.

Eg vil takka tykkum mongu, ið luttaka í hesari friðargongu. Eisini ein tøkk til Rana fyri góðan tónleik og til Niels fyri góð ljóðviðurskifti.

Eg vil enda mína røðu við einum ørindi úr yrkingini við heitinum “Eru vápnahvíld og vit humaniter”:

“Tá vápn fara at hvíla
eru menniskju longu løgd til hvíldar

tey vakna stríðshugaði aftur
tað gera menniskju ikki

humanitera hvíldin er stokkut
tí vápn liva av deyða”

(Eru vápnahvíld og vit humaniter? desember 2023)

Takk fyri!

Henrik Weihe Joensen, fyriskipari av friðargonguni

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo