Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein av mínum trúgvu veljarum, og teir havi eg havt nógvar av í skjótt 50 ár, sum er sjómaður, spurdi meg nú um dagarnar, um eg ikki fór at stilla upp aftur.

Fyri at brævatkvøður ikki skulu fara fyri skeyti, so henda fráboðan.

Fyri at tey, sum stilla upp skulu vita, hvat tey bjóða seg fram til, fari eg at biðja tey lesa mál mítt undir bygdaráð og bygdaráðsfundir 26. juni 2024 mál 41/2024. (niðast á síðuni)

Leiðslan í bygdaráðnum hevur ikki verið so opin fyri fíggjarliga veruleikanum.

Tí hesar reglur.

Støðan verður neyvan betri, tá fíggjarætlanin fyri 2025 verður gjørd.

Eg havi skrivliga heitt á leiðslu og bygdaráðslimir um at fáa gjørt hesa ætlan lidna, men øll tekin í sól og mánað siga mær, at hetta arbeiði skal súltast til eftir valið.

Tit kunnu kanska gita hví.

Tað er óvirðiligt, at tey, sum ætla at stilla upp, ikki kenna fíggjarligu støðuna.

Yvir og farin.

Sune Jacobsen
Sørvágur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo