Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Leikurin “Sonurin” eftir norska høvundan Jon Fosse var sera væl og sannførandi spældur av nøkrum av okkara dugnaligu sjónleikarum.

Við minimalistisku pallsetingini megnaðu leikarnir at siga so nógv við so fáum orðum. Undir slíkum fortreytum krevja veruliga góð leikaraevni, og tað vístu Hans Tórgarð, Kristina Sundar Hansen, Hjálmar Dam og Elias Magnussen, veruliga.

Hóast verkið er norskt, kendist tað eins og tað kundi verði skrivað um føroysk viðurskifti – og tó. Tøgnmentan, skomm, einsemi, longsulin eftir ljósari tíðum og ikki minst avtoftaðar bygdir – sum eg havi verið sera upptikin av í mínum politiska lívi – eru fyribrigdi og kenslur, sum samfeløg og menniskju flest kenna seg aftur í.

Kanska serliga í hesum tíðum, tá alt gerst effektivari, størri og skjótari.

Góða Jenny, stóra takk fyri tína leiðslu í tvey áratíggju. Tín partur liggur ikki eftir. Tað skalt tú vita.

Undir trongum fysiskum karmum, hevur tú leitt okkara Tjóðpall og hóast alt givið føroyingum – har ímillum eini bygdasligari klax-damu, sum í løtuni tosar nógv um tunlar, vegir og olju - leiklistarligar upplivingar í heimsklassa.

Stóra takk fyri tað – og blíðan byr framyvir.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
Tingvkinna fyri Fólkaflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo