Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hennara fløvi gav linna í stirdar vøddar. Sólin fekk tað grøna grasið framaftur, sum í morgun var hult í snjóhvítum búna. Um middagsleitið var stúranin á morgni avloyst av vónini um lýðku og summar hóast alt.

Myndin á einum grønum kirkjugarði á Sælandi rann mær til hugs, nú sólin í tí heimliga krýndi løtuna við ljósi og hita. Lagið var gott, tí vit bæði konan í morgun fingu tað fyrra prikið. Koppsetingin móti Covid-19 er byrjað.

Lagið var gott á so mongum úti á Eiragarði fyrrapartin 8. mai 2021. Lívsvónin var sjónlig á andliti teirra vitjandi. Vit hava tolin bíðað í drúgva tíð, inntil tørnið kom til okkara aldursbólk. Starvsfólkið í heilsuverkinum ger eitt fyrimyndarliga gott arbeiði. Sá einans kvinnur, og tær eru sum einglar okkum til hjálpar.

Í sambandi við biskupsfundin í Roskilde í viku 17/2021 vitjaðu vit kirkjugarðin í Nordrup. Vit vórðu kunnað um, hvussu kirkjugarðurin varð rikin burðardygt við atliti at umhvørvi og grønari hugsan. T.d. var taðingin og røktin runnin úr lívfrøðiligum tilfari, so bøtast kundi um tað, sum menniskju í dagligum yrki dálkað.

Tað var eitt lot, so hoyritólini vórðu sløkt. Suðið av vindi og bløðum órógvaði hoyrnina. Stóð so mikið tætt hjá gravaranum, at tað bar til at hoyra frásøgn hansara. Vit venjast við at vera tunghoyrd, og aloftast eru fólk hjálpsom við endurtøkum.

Gravarin var liðugur við frásøgnina. Framvegis stóðu starvsfelagarnir stillir og stardu til himmals. Hugsaði í mínum stilla sinni, at hetta áttu vit at gjørt meira av.

Onkuntíð dvølur hugsanin í so nógv við tað jarðiska. Viðhvørt nýta vit ov nógvu orku til tað, ið ikki virkar nøktandi. Onkuntíð var tað gagnligari at dvølja við tað, ið virkar, áðrenn vit tosa um tað, ið krevur bata.

At hyggja til himmals er gagnligt hjá øllum. Tað er trúarstyrkjandi at geva tí himmalska gætur og søkja ásjón Guðs. Endamálið við kristnu trúnni er millum annað, at tað himmalska skal endurspeglast á jørðini. Sum kristin mega vit vita, hvat tað er, ið vit varpa ljós á og skulu endurspegla.

Starvsfelagarnir vóru kvirrir og hugdu framhaldandi til himmals. Royndi sjálvur at hyggja, men eygað festi seg ikki við nakað serstakt. Loyvdi mær at spyrja, hvat teir sóu ella hugdu eftir. Svarið var óvæntað: “Vit síggja einki stórvegis, vit lurta.”

Fór niður í lumman eftir tólunum og setti tey í oyrini. Hesa løtuna var eg vaktur til mikla gleði, tí óteljandi smáfuglar sungu fjaldir í trøunum. Sangur fuglanna var ómetaliga vakur og lívgandi. Valdi at standa einsamallur eina góða løtu millum leiðini og lýddi á fuglanna sang.

Ein djúpur friður tók sæti í hjartanum. Friðurin føddi eina hjartaliga tøkk til skaparan

  • sum gav mær og øðrum dulum fólkum møguleikan at hoyra við tólum

  • sum gav mær og øðrum sjónveikum møguleikan at síggja við brillum.

Komin aftur av Eiragarði eftir tað fyrra prikið, drukku vit ein kaffimunn og opnaðu dyrnar út á terrassuna. Í geislandi sól sóust óteljandi smáfuglar á grasvøllinum, ið glaðir sungu hesa løtuna í góðveðri.

Tann sami friðurin sum møtti mær á kirkjugarðinum í Nordrup vitjaði aftur. Friðurin føddi eina hjartaliga tøkk til skaparan

  • sum hevur signað Føroya land við dugnaligum fakfólkum innan heilsu og almannaøki, innan røkt og umsorgan

  • sum hevur ríkað okkara land við hollari serfrøði bæði í tí privata og almenna geiranum

  • sum hevur givið okkum eina vælvirkandi fólkaræðisliga samfelagsskipan, har bæði landsstýrissamgongan og andstøðan hava virkað saman til frama fyri land og fólk, nú vit í einar 15 mánaðir hava verið nervað av alheims sóttini.

Sammett við onnur lond, hevur tað vignast væl í Føroyum. Allur heimurin er í dag bundin saman, og vit eru partur av altjóðasamfelagnum. Tess vegna er gleðin um ta góðu gongdina í tí heimliga tengd at umsorganini fyri øðrum tjóðum og fólkasløgum.

Tað eru eisini nógvir føroyingar úti í fjarskotnum londum, har tað framvegis leikar á, og gerandisdagurin er ótryggur. Vit kunnu t.d. nevna ung lesandi og tey, ið arbeiða í fremmandum londum.

Føroyingar eru ein sjófarandi tjóð, og sjófólkið siglir á øllum heimshøvunum. Tað hevur verið mikið trupult hjá teimum at koma í land ella koma umborð. Fáur okkara kann seta seg inn í teirra viðurskifti, at sita fangi burturi í londum vegna sóttina.

Fuglurin syngur og fagnar várinum og ljósinum. Lovsangur ljóðar til skapara himins og jarðar. Lovsangurin er ein vissa um, at bønin biðin í Jesu navni verður svarað. Gævi at lívsins Guð í komandi døgum heldur hond sína yvir okkum, at signingin úr hæddini gagnar landi og fólki.

Í Guðs hondum nú og um ævir í einum framúr góðum landi! Amen.

Orðið: “Harranum lovið av jørð... Villdjórini og allur fenaður, skriðkykt og fljúgvandi fuglar! ... Teir skulu lova Harrans navni, tí at navn hans eina hátt er hevjað, dýrd hans er yvir jørð og himni.” (Sálmur 148,7.10.13).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo