Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg stillaði upp til umboðsráðið við tveimum høvuðsvallyftum.

Annað var at fáa greiði á, hví íløguavkastið til føroysku eftirlønirnar er so vánaligt samanborið við donsku eftirlønirnar.

Hitt var at skapa størri opinleika í tí, sum fyriferst í Lív.

Og við teirri álitisváttan, eg fekk í januar, meti eg tað sum eina skyldu at upplýsa limunum, hvussu tað hevur gingist higartil.

Fyrst vil eg nýta høvið at ynskja forkvinnuni og báðum nevndarlimunum tillukku við afturvalinum fyri sættu ferð og góðan byr í týdningarmiklu sessunum komandi árið.

Góði byrurin er neyðugur, tí - sum eg eisini vísti á í míni uppstillingarrøðu - so hevur Lív nakrar avbjóðingar fyri framman.

Her eru nakrar.

Uppsparda avkastið er horvið
Roknskapurin fyri 2022 sær ikki gott út. Íløguvirksemið gav slakar 430 milliónir krónur í halli í fjør.

Tað hevur stórar avleiðingar fyri eftirlønina hjá Lív-kundanum. Alt uppsparda avkastið hjá kundanum seinastu fimm árini er harvið horvið aftur.

Heimsstøðan hevur skyldina, og henni eru vit ikki harrar yvir.

Men spurningurin er, um ikki okkurt kundi verið gjørt fyri at steðga bløðingini. Ávaringarnar um inflatión og kríggj vóru har. Og tá ein ódn er á veg, er gamalt, at tú tryggjar trampolin og havamøblar, sum standa úti. Eg fái meg ikki at trúgva, at leiðslan í Lív ikki hevur lurtað eftir stormávaringunum. Helst er svarið, at hon í stóran mun er bundin á hond og fót.

Kurstapið var verri enn miðal
Lív hevur nevniliga bundið at kalla allar sínar útlendsku íløgur til onnur útlendsk íløgufeløg at umsita fyri seg.

Tá tú gert slíkar avtalur um at útlisitera ognir til útlendskar millummenn, so missir tú ein part av ræðisrættinum at hála íløgurnar inn aftur í ótíð og leggja tær trygt undir koddan, til stormurin er av.

Spurningurin er, um ikki Lív í størri mun eigur at endurskoða onkrar av hesum avtalunum, so tú tryggjar fleksibilitetin, tá stormarnir raka fíggjarmarknaðin.

Eisini er spurningurin, hvussu góðar hesar útlisiteringsavtalur við eksternu íløgufeløgini eru.

Tí hyggur tú nærri at roknskapartølunum, so svarar hallið í fjør til eitt kurstap, ið er góð 12 prosent.

Miðalkurstapið hjá donskum eftirlønarfeløgum í fjør var smá 11 prosent.

Tað vil siga, at íløgurnar hjá Lív í fjør eydnaðust í miðal eitt prosent verri enn tær hjá sínum donsku kappingarneytum.

Grundgevingin hongur ikki saman
Lutfalsliga stóra kurstapið hjá Lív í fjør er ikki bara spell. Tað skurrar eisini.

Tí samstundis finst ein frágreiðing frá Tryggingareftirlitinum í fjør, sum vísir, at í góðum tíðum hava íløgurnar hjá Lív givið helvtina so gott avkast sum íløgurnar hjá donsku eftirlønarfeløgunum.

Sum aftursvar hevur leiðslan í Lív grundgivið við at givið lutfalsliga lága váðaprofilinum hjá Lív skyldina fyri lítla avkastið.

Lítil vági merkir minni avkast í góðum tíðum. Men so burdi hann eisini merkt lutfalsliga minni hall í ringum tíðum. Hví so hallið hjá Lív var - ikki minni - men størri í fjør, er mær ein gáta.

Aðalfundurin hjá umboðsráðnum hjá Lív gav mær heldur einki svar. Tíverri.

Ov fá vita um Lív
Ein onnur avbjóðing er tilvitanin um, at Lív er til. Tað sóu vit til valið.

Einans góð 4000 av teimum 30.000 kundunum, sum høvdu valrætt til umboðsráðið, greiddu atkvøðu. Ein valluttøka, sum er 14 prosent, er tekin um, at fjarstøðan millum felagið og fólkið er ov stór.

Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at áhugin og tilvitskan hjá so mongum, ið eru kravd at rinda 15 prosent av síni eftirløn í Lív, tykist vera so lítil.

Tann fornemsta uppgávan hjá Lív komandi tíðina má vera at fremja PR-átøk, har felagið gera vart við seg og kunnar um tann týdning, sum felagið hevur fyri sínar kundar. Søgan skuldi verið løtt at fortalt: Lív er í sínum grundstrukturi eitt non-profit kundafelag, sum byggir á solidaritet og hevur til endamáls at tryggja framtíðina hjá gott og væl helvtini av føroyingum.

Halda vakið eyga við leiðslu
Eg stillaði upp við tí endamáli at gera mítt íkast til eitt felag, sum eg eri góður við. Dygga álitisváttanin staðfesti, at ein stórur kundaskari helst er samdur við mær í teimum viðurskiftum, sum kunnu betrast.

Sum vanligur umboðsráðslimur komandi árið er ætlanin at tæna ráðnum, felagnum og - ikki minst - kundunum, sum hava valt meg. Ætlanin er at vera konstruktivur og hjálpsamur; men eisini at halda vakið eyga við nevnd og leiðslu. Og ikki minst at vísa á skeivleikar og krevja svar, tá ting skurra.

Finnur Koba

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo