Krabbameinsfelagið takkar hjartaliga øllum tykkum mongu, sum í sambandi við landsinnsavningina "Føroyar móti krabba" stuðlaðu felagnum og arbeiði okkara. Inn eru komnar til samans 6.084.962 kr.
Vit eru sera fegin um góða stuðulin, og takka øllum tónleikarum, listafólkum, feløgum, fyritøkum, sjálvbodnum og einstaklingum, sum við hjálpsemi, tænastum, pengagávum og á annan hátt stuðlaðu okkum. Ein serlig tøkk fer til allar teir mongu skúlaflokkarnar og lærarar teirra, sum við stórum ágrýtni og hugflogi skipaðu fyri innsavningartiltøkum kring landið, og megnaðu at savna størstu upphæddina til felagið.
Eisini ein tøkk til Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya fyri góða samstarvið og góðu karmarnar fyri tiltakið.
Krabbameinsfelagið ynskir øllum einar gleðiligar páskir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo