Øll sum eru fylt 12 ár, og ikki eru fasbúgvandi á oynni skulu frá nýggjárinum at rokna gjalda tríggjar evrur fyri at ganga í fjøllunum í portugisisku oynni Madeira.
Gjaldið er ikki heilt nýtt, tað hevur verið á nøkrum gongugøtum í eina tíð, men nú fer tað at fevna um at kalla allar gøtur uttanfyri bøgarðarnar, skrivar Euronews.
Myndugleikarnir krevja gjaldið inn, og pengarnir fara til at halda náttúruna viðlíka.
Sera nógv ferðafólk vitja oynna, og tað sæst aftur í lendinum, tí nógv ganga í fjøllunum, skrivar Euronews.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo