"Jesus fylgið tær" vóru orðini, man fekk við sær á vegnum
Tín kærleiki gjørdi øll sterk
Tær útslitnu hendur, ið gjørdi okkum trygg, liggja nú foldaðar stillar
Tær hava tikið lívsins tørn
Trúgvin var sterk. Tú vart sterk. Ein varði
Mangur mundi hjá tær leita sær skjól, tá ið ódnin herjaði á
Neistin, ið livdi í tær, livir nú víðari í tínum børnum og barnabørnum
Nøgdsemi og takksemi við lívið var stórt. Ein fyrimynd
Rúmið var fjálgt
Við takksemi vit tykkum minnast
Tann dagin, tú bleivst borin heim í ævigan bústað
hevði tann aldargamla heilsanin, tú bar øllum,
verið hóskandi at givið tær
“Jesus fylgið tær"
Handsóttir í Kálvalíð
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo