Landsbankin: Eftir Covid-19 farsóttina stavaði meginparturin av íkastinum til virðisøkingina í føroyska búskapinum frá tænastuvinnuni. Í 2022 stavaði íkastið til virðisøkingina partvíst frá tænastuvinnuni og partvíst frá tilfeingisvinnuni.
Mynd 1.4 vísir árligu broytingina í bruttovirðisøkingini (BVØ) í føstum prísum fyri árini 2009 – 2022 og vakstrarískoytið til BVØ býtt á vinnugreinabólkar. BVØ er BTÚ frároknað vøruskattir (MVG og ymisk gjøld, t.d. toll- og skrásetingargjøld) og vørustudning (t.d. landbúnaðarstuðul).
##med2##
Miðal vinnubýtið í talvu 1 vísir støddina á teimum trimum vinnugreinabólkunum. Í miðal frá 2009 - 2022 taldu tænastuvinnurnar 64%, framleiðsluvinnurnar sløk 19% og tilfeingisvinnurnar góð 17%. Miðal vøksturin í BVØ í hesum tíðarskeiði var 2,6%, og av hesum var íkastið frá tilfeingisvinnunum 33%, frá framleiðsluvinnunum 5,5% og 61% frá tænastuvinnunum.
##med3##
Tilfeingisvinnurnar fevna um fiskiveiðu, aling og landbúnað. Tilfeingisvinnurnar vóru 17% til støddar og høvdu eitt miðal árligt vakstrarískoyti til realu bruttovirðisøkingina á 33%. Tað er ein triðingur av samlaða vakstrarískoytinum hesi árini. Virksemið innan uppsjóvarvinnuna og alivinnuna er vaksið nógv, har stórur partur av framgongdini stavar frá økingini av kapitalapparatinum hesi árini. Tá ið Føroyar tillutaðu sær eina væl størri makrelkvotu í árunum eftir 2009, vaks nøgdin av uppsjóvarfiski munandi, og vaksandi nøgdirnar eru høvuðsorsøkin til stóra vakstrarískoytið í árunum 2009 – 2022.
Framleiðsluvinnur fevna um framleiðslu av vørum; t.d. matvøruídnaðurin og byggivinnan. Framleiðsluvinnurnar stóðu fyri 19% av samlaðu bruttovirðisøkingini, men høvdu bara eitt miðal árligt ískoyti til realu bruttovirðisøkingina á 5,5%. Ein orsøk til hetta kann vera, at tað eru ymiskar vinnugreinar í framleiðsluvinnunum; summar hava lítið og aðrar stórt vakstrarískoyti.
Tænastuvinnurnar fevna bæði um privatar og almennar tænastur. Almennar tænastur eru millum annað undirvísing, heilsuverk og sosialar skipanir. Sumt liggur hjá landinum og sumt hjá kommununum; kommunurnar reka til dømis barnaansing og eldrarøkt, sum er ein tænasta. Almennu tænasturnar telja fyri nærum helvtina av tænastuvinnunum. Privatar tænastur eru eitt nú flutningur (t.d. ferðafólkaflutningur loft- og sjóvegis), søla, og gisti- og matstovuvinna. Burturav øllum vinnum tilsamans, taldu tænastuvinnurnar fyri 64%, og stavaði 61% av vøkstrinum í BVØ frá hesi vinnu í tíðarskeiðinum 2009 - 2022. Tað ber ikki til at siga, júst hvar størsta bruttovirðisøkingin stavar frá (t.d. úr ávísum almennum ella privatum vinnugreinum), tí bruttovirðisøkingin í føstum prísum verður enn ikki uppgjørd á vinnugreina-bólkar hjá Hagstovu Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo